Kolldømdu greitt mál til Suðurkorea

Íslendsku dómararnir og danski eygleiðarin kostaðu suðurkoreansku hondbóltskvinnunum dýrt

HM-endaspælið í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum døgum upplivdi eina dómaraskandalu av dimensjónum í dag, har norðurlendingar høvdu høvuðsleiklutin.

 

Suðurkorea og Frakland leiktu javnleik 22-22 (11-11), men tað eru avgjørt tær suðurkoreansku hondbóltskvinnurnar, ið iðra seg meir um javnleikin.

 

Í 17. minutti, tá støðan var 6-6 skoraðu suðurkoreanar eitt mál, sum var greitt innanfyri málstrikuna, men hetta sá íslendska dómaraparið ikki. Teir vendu seg til eygleiðaran, danska Bjarne Munk Jensen, sum risti við høvdinum, og segði, at bólturin var ikki innanfyri, hóast sjónvarpsmyndirnar týðuliga vístu, at tað var mál til Suðurkorea. Myndin á greinini her vísir eisini týðiligt, at bólturin var innanfyri málstrikuna hjá Fraklandi. 

 

TRÝST á HESA leinkjuna: http://sport.tv2.dk/haandbold/2015-12-07-nyegaard-om-danskers-skandaledom-fuldstaendig-uforstaaeligt

og síggj tilburðin, sum gjørdist tann fyrsta stóra dómaraskandalan í hesum HM-endaspælinum. Bent Nyegaard, hondbóltsserfrøðingur hjá TV dugir ikki at skilja, at íslendska dómaraparið og danski eygleiðarin kolldømdu málið.