Fótbóltur
Seks teir seinastu dystirnar hevur verið kreppulíknandi støða í EB/Streymi. Síðani felagsliðið trekti Manchester City í lutakastinum til UEFA-Cup kappingina, hevur liðið bert vunnið tveir dystir – móti NSÍ og Skála. Hinir fýra – móti Víkingi, ÍF, B36 og HB – eru allir taptir. Verður støðan fyri seks seinastu umførini gjørd upp, er EB/Streymur vánaligasta liðið í Formula-deildini hesar dystirnar!
Men hóast hetta, so er gullið nú nærri Margáum, enn tað nakran tíð áður hevur verið!
Kollektivur niðurtúrur
Felags fyri liðini, sum hava roynt at elt EB/Streym er nevnliga, at tey í nærum eins stóran mun hava verið rakt av formkreppu.
HB var eftir 12. umfar á øðrum plássi í kappingini – 10 stig aftan fyri EB/Streym. Men HB hevur bara vunnið eitt stig meira enn EB/Streymur hesi umførini.
B36 var tá nummar trý – 11 stig aftan fyri EB/Streym. Men við hálvari úrtøku seinastu seks umførini hevur árstalsfelagið í lítlan mun gjørt sær dælt, hóast teir nú eru á øðrum plássi.
Og NSÍ, sum tá var ájavnt B36, hevur eins og HB bert vunnið sjey stig hesar dystirnar, og tí eru teir bara eitt stig nærri oddinum nú, enn teir vóru tá.
Og samstundis fækkast stigini, sum eru eftir at spæla nú. Tað roknistykki sigur nú, at EB/Streymur hevur eitt glopp upp á átta stig niður til næstu kappingarneytarnar. Og nú eru altso bara 27 stig eftir at spæla um. Og so kann leggjast afturat, at til 18 av hesum stigum hevur EB/Streymur fyrimun av heimavølli.
Sterkir Víkingar
Stóru vinnararnir hesi seinastu seks umførini eru Víkingur og B71. Víkingur hevur als ikki tapt seinastu seks umførini, og teir eru nú av álvara á heiðursmerkjakós, eftir at teir annars tóktust vera endaðir í ongamannalandi, tá kappingin var hálvrunnin.
Um sama mundið varð sagt, at tað var við at vera seinasta útkall hjá B71, sum var mest sum avbyrgt í botninum. Enn er B71 at finna undir strikuni, men avrikini hava verið framúr hesar dystirnar. Sigrar móti KÍ, Skála, B68 og ÍF hava saman við javnleikinum á útivølli móti Víkingi lyft B71 heilt nær bjargingini.
Metgóðir niðurflytarar
Yvir høvur er tað so, at tað sum vendir niður vendir upp á formkurvuni, sum vit hava sett upp her á síðuni. KÍ er dumpað heilt nær niðurflytingarvandanum, meðan B68 hevur smoygt sær øvutan veg.
Sloppið er tað tó langt ífrá hjá toftamonnum. Enn eru 27 stig eftir at spæla um, og soleiðis sum úrtøkan hevur verið í hundaslagsmálinum, sum er millum fimm tey niðastu liðini, er als ikki óhugsandi, at annar av niðurflytarunum hevur onkra staðni millum 25 og 28 stig!
Og hetta seinasta er mest sum óhoyrt. Í 2005 – sum var fyrsta kappingarárið við 27 umførum - var GÍ næst aftast við 23 stigum, meðan TB hevði 22 stig á aftasta plássinum. Tað ferðina bjargaði GÍ sær stig í seinastu sekundunum av dystinum móti Skála, og vunnu gøtumenninir sær tí rætt til at spæla um upp- og niðurflyting.
Í 2006 høvdu B68 og ÍF ávíkavist 18 og 16 stig, meðan niðurflytararnir í fjør – AB og VB/Sumba – høvdu ávíkavist 17 og 11 stig.