Kollfirðingar argaðu

H71 helt fast um støðuna sum ein av favorittunum, men kollfirðingarnir argaðu tó leingi, tá liðini hittust sunnudagin

Hondbóltur

 

KÍF hevur helst leiklutin sum eitt av liðunum, sum fer at stríðast í niðaru hálvu av stigatalvuni í vetur.Tann leiklutin hava kollfirðingarnir so ofta havt, men eins ofta hevur KÍF prógvað, at teir væl og virðiliga kunnu arga flestu av ovaru støddu liðunum.

Og soleiðis var eisini sunnudagin. H71 hevði við stórsigri í fyrsta umfarinum givið til kennar, at teir veruliga meina tað í álvara í ár, og tí stóð púrasta greitt, at talan hesa ferð var um ein dyst, sum hoyvíkingar ætlaðu sær at vinna uttan stórvegis hóvasták.

Men teir høvdu so ikki roknað við kollfirðingum í hesum. KÍF bardist nevnliga manniliga, og teir hildu fast í H71 allan fyrra hálveik. Beint undan steðginum megnaðu teir enntá at toga seg burtur frá, men H71 svaraði eins skjótt aftur, tá farið varð undir seinna hálvleik.

Her eydnaðist nevnliga bara KÍF at skora tvær ferðir fyrsta korterið, og so kundu teir á heimaliðnum veruliga gera sær dælt. Hóast talan ikki gjørdist um nakran stórsigur, so bygdu hoyvíkingarnir sær eina leiðslu, sum kollfirðingarnir ongan tíð veruliga megnaðu at vinna aftur. Onkra løtu varð munurin minkaður niður í tvey mál, men nærri enn tað sama komu gestirnir tó ikki.

 

Fakta um dystin

H71-KÍF 28-24 (13-14)

10 min: 4-4

20 min: 8-8

40 min: 18-15

50 min: 23-19

Málskjúttar

H71: Esbern Patursson 6, Halgir Dahl Olesen 5(1), Niels Viggo Niclassen 4, Dánjal Tórgarð 4, Janus Sørensen 3, Danni Syhler 3, Hans Kári Hansen 2, Christian Eli Zachariassen 1

KÍF: Niklas Reginsson 9(2), Rógvi Weyhe 5, Jákup Trúgvason 3, Ingi Johannesen 2, Teitur Joensen 2(1), Tony Weyhe 1, Regin Petersen 1, Ási Dam 1

Brotskøst: H71 1, KÍF 5

Útvísingar: H71 3, KÍF 1

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen