Kollafjørður telist millum longstu bygdir í Føroyum, tá teinurin heilt av Signabø og Norður í Sundini í Kollafirði verður tikin undir einum.
- Á Signabø er sparkivøllur, og sparkivøllur er eisini við skúlan mitt í bygdini í Kollafirði. Nú verður so arbeitt við at byggja ein sparkivøll aftrat, og hesin verður bygdur Norðuri í Sundum.
Tað sigur Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Hann vísir á, at kommunan hevur samtykt at játta pengar til keyp av jørð, har nýggi sparkivøllurin skal byggjast.
- Her á leiðini hava íbúgvarnir eisini gjørt eitt stórt og sjálvboðið arbeiðið við at byggja spælipláss, og tá nú sparkivøllurin kemur aftrat, verður hetta eitt hugnaligt umhvørvi Norðuri í Sundum, sigur býráðslimurin.