Áhugin fyri at taka lut í kappróðrinum er framvegis stórur, sjálvt um nógv bendir á, at fleiri kappingar um FM heitið so at siga eru avgjørdar.
At áhugin er stórur, sæst á tilmeldingini til vestanstevnu róðurin, sum verður í Miðvági leygardagin. 53 manningar hava boðað frá luttøku. Tað er umleið sama luttøkutal, sum hevur verið á hinum stevnunum.
Fyri fyrstu ferð í ár er Kollfirðingur við í kappingini millum 6?mannaførini við monnum. Kollfirðingur hevur ikki verið við í hinum róðrunum. Tað hevur við sær, at hann hevur ikki rætt at taka lut í ólavsøkuróðrinum. Reglurnar siga, at fyri at hava rætt at taka lut í ólavsøkuróðrinum skal bátur frammanundan hava luttikið í minsta lagið í trimum kappingum.
Luttakararnir í vestanstevnuróðrinum
5-mannafør dreingir
1. Junkarin
2. Drekin
3. Havfrúgvin
4. Blikur
5. Sílið
6. Fípan Fagra
7. Tjaldrið
8. Ørnin
6-mannafør kvinnur
1. Hvessingur
2. Snopprikkur
3. Gongurálvur
4. Riddarin
5. Jarnbardur
6. Páll Fangi 1G
7. Lómur 1G
8. Víkingur
5-mannafør gentur
1. Junkarin 1G
2. Dúgvan
3. Royndin Fríða
4. Frúgvin
5. Ørnin
6. Blikur
7. Fípan Fagra 1G
8. Sílið
9. Drekin
10. Havfrúgvin 1G
11. Tjaldrið
12. Tekla
13. Broddur
14. Firvaldur
6-mannafør menn
1. Riddarin
2. Víkingur
3. Snopprikkur
4. Sølmundur
5. Strálan
6. Gongurálvur
7. Smyril
8. Páll Fangi
9. Hvessingur
10. Jarnbardur 1G
11. Hósvíkingur
12. Kollfirðingur
8-mannafør
1. Ørvur
2. Nevið Reyða
3. Argjabáturin
4. Kvívíkingur
5. Knørrur
6. Húsavíkingur 1G
10-mannafør
1. Klaksvíkingur
2. Eysturoyingur
3. Vestmenningur
4. Havnarbáturin
5. Nólsoyingur