Kollfirðingar hita upp til FM-brakið

Sannur hondbóltsfepur er í Kollafirði. Í kvøld klokkan 20 tekur KÍF ímóti H71 á heimavølli í Kollafirði til ta fyrru FM-finaluna í manshondbólti.

 

Kollfirðingar streingja eisini á, fyri at vinna slagið rundanum vøllin. Í hesum sambandi skipa KÍF-stuðlar fyri upphiting í Café Chill frá klokkan 17.

 

Fyrireikarnir heita á øll KÍF-viðhaldsfólk um at møta við onkrum reyðum plaggi. Í Café Chill verður eisini skipað fyri andlitsmáling.

 

Klokkan 18.30 kemur kendi bygdarsonurin, Jens Marni Hansen, sum eisini er ein KÍF-ari um ein háls at syngja fyri tí stóru viðhaldsfjøldini, sum hitar upp í Café Chill.

 

KÍF hevur sum hevur 70 ár á baki, hevur enn ongantíð í søgu felagsins vunnið meistaraskapið í tí bestu hondbóltsdeildini.