Kollfirðingar tikið seg úr kappingini

Klaksvíkingar eru framvegis fremstir í 1. deild, sum nú telur fimm lið. Vestmenningar vunnu tryggan sigur á havnarmonnum

Talv

Tað sum ikki kann standa má falla. Hetta mugu kollfirðingar og vit onnur sanna. Seinastu 2-3 árini hevur ikki staðið væl til í sigursvanda talvfelagnum. Bæði viðvíkjandi manning og úrslitum.
Stutt undan 4. umfari í landskappingini, tá kollfirðingar sambært skránni skuldi hitta oddaliðið úr Klaksvík, boðaðu teir frá avgerð teirra. Altíð spell tá talvfeløg geva skarvin yvir, og somuleiðis er hetta keðiligt fyri kappingina í 1. deild.

Toppdystur í Vestmanna
Meðan Heini Olsen, Steintór Rasmussen og hinir á klaksvíksliðnum fingu eitt talvleyst vikuskifti, vitjaði havnarliðið í Vestmanna. Vestmenningar - sum ikki hava tapt ein liðdyst síðani næstseinasta umfar í 2004/05 FM-liðkappingini - høvdu flest allir góðar støður tíðliga í miðspælinum.
Serliga spennandi varð talvið á 1. borði millum John Rødgaard og Martin Poulsen. Martin – sum kom 50 minuttir ov seint til talvið – var undir stórum trýsti í byrjanarspælinum, og hevði Rødgaard eitt skiftið funnið sterkasta leik, hevði hann ivaleyst vunnið talvið. Men so varð ikki. Martin reisti seg og telvaði sannførandi í miðspælinum og í tíðarneyðini, og vann loksins trygt. Martin hevur nú 3,5 stig av 4, meðan Rødgaard hevur higartil ognað sær 1,5 stig.
Jákup á Rógvu Andreasen hevur roynst avbera væl fyri vestmenningar seinastu tvey árini. Í fjør fekk hann 6,5 stig av 7 á FM-liðnum, og aftan á góða sigurin leygardagin ímóti Martini Brekká (sum nú saman við Finnbjørn Zachariassen umboðar HT) hevur hann 3 av 3.

Lekur millum teori og praksis…
Talvið á 2. borði millum Carl Eli Nolsøe Samuelsen og Finnbjørn Zachariassen endaði við sigri til fyrrnevnda. Carl Eli leikti ein óvæntaðan riddaraleik í miðspælinum, og í roynd og veru avgjørdi leikurin talvið. Finnbjørn hevði tá umleið 15 minuttir til 20 leikir, og tá er torført at finna sterkasta leik hvørja ferð. Riddaraleikurin hjá Carl Eli var møguliga ikki vinnandi í teoriini, men í praksis varð hann avgerandi.
Longsta talvið varð millum Sjúrður Thorsteinsson og Jógvan Næs á 4. borði. Tað tóktist sum úrslitið fór at verða javnleikur, men Sjúrður treiskaðist og í sætta tímanum eydnaðist tað honum at bróta verjugarð Jógvans.
Ein góður 3-1 sigur til verandi føroyameistararnar úr Vestmanna.

Klaksvík 2 væl við
Klaksvíkar Talvfelag, sum verður 40 ár komandi ár, hevur tvey sterk lið í 1. deild. 1. lið er vanliga mannað soleiðis: Heini Olsen, Steintór Rasmussen, Finnbjørn Vang og Ólavur Simonsen. Og 2. lið: Rani Nolsøe, Terji Petersen, Haldur Suni Johansen og Wille Olsen. Og góðar eykamenn hava teir eisini, eitt nú Tummas Martin Sólsker.
Í Sandavági gjørdi Rani Nolsøe & vinir bart við einum 3-1 sigri. Klaksvíkingar avgjørdu dystin á fremru borðunum. Rani vann ein spennandi sisilianara (kend talvbyrjan) ímóti Olaf Berg. Torkil Nielsen kundi helst fingið meira burtur úr ímóti Terja Petersen, men so varð ikki. Terji vann loksins drúgva talvið á 2. borði.
Sandavágsmenn eru aftastir við 4,5 stigum, men av tí at kollfirðingar ikki longur eru við, flytur einki lið niður í 2. deild.
Kappingin fer nú í jólaferiu, og 5. umfar verður 7. januar 2007. Tá verða dystirnir hesir: Havnin – Klaksvík 1 og Klaksvík 2 – Vestmanna.

Togtogan í 2. deild
Líkt er til, at kappingin í 2. deild verður sera jøvn í ár. Havnin 3 tók í vikuskiftinum Vestmanna 2 aftur á stigatalvuni. Bæði liðini vunnu stórsigrar. 3,5-0,5 stórsigurin hjá Havnini 3 á Vestmanna 3 viðførdi, at liðið fekk Vestmanna 2 aftur. VT 2 vann 3-1 ímóti Sandavági 2. Liðini hava 11,5 stig hvør. Havnin 2 er ikki langt aftanfyri, so talan verður helst um javnt oddastríð í næstfremstu deildini.
Í 3. deild heldur Klaksvík 3 fast um 1. plássið, og í unglingadeildini hava sandavágsdreingir framvegis trygga leiðslu.