Kollfirðingar við av álvara

Næsta dystin á rað vann KÍF. Hesa ferð móti Neistanum, sum fullkomuliga misti luftina seinasta partin av dystinum

Hondbóltur

Eftir at hava verið púrasta sørir fyrstu umførini av kappingini, hava kollfirðingar av álvara reist seg.
Seinasta sunnudag vunnu teir á VÍF, og í gjár koppaðu teir oddaliðnum úr Neistanum, tá hesir hitaðu upp til europiska uppgávu.
Tað var annars ikki so nógv, sum bendi á sensatiónina stóran part av dystinum. Hóast kollfirðingarnir hingu væl í mótstøðuni, so hevði Neistin støðugt munin, og etir megnaðu eisini at svara aftur, tá KÍF nakrar ferðir vann seg upp á javnt í seinna hálvleiki.
Men seinastu sjey minuttirnar gekk heilt galið. Frustratiónir og vantandi konsentratión bóru við sær,a t neyvleikin als ikki var til staðar hjá Neistanum seinastu løtuna, og ein væl spælandi Óla Christian Djurhuus mest sum læsti sítt mál fullkomuliga av.
Samstundis fekk KÍF veruliga ferð á sítt spæl, og við fimm málum á rað komu teir upp á 24-22. Neistin royndi at svara aftur, men tað eydnaðist ikki meira enn næstan, og so varð ringi dagurin staðfestur, tá teir í seinastu løtu misnýttu brotskast. Hetta kundi sum so bara minkað um munin, men talan var um fjórða misnýtta brotskastið á degnum, og tað sigur væl eisini nakað um takið, sum KÍF-málverjin hevði á bláu skjúttunum á degnum.

Fakta um dystin
KÍF-Neistin 25-23 (10-12)
10 min: 3-5
20 min: 5-9
40 min: 15-16
50 min: 18-20
Málskjúttar
KÍF: Rógvi Weihe 5, Ási Dam 5(4), Regin Petersen 4, Niklas Reginsson 3(1), Jákup Trygvason 3, Andrias Nielsen 2, Tony Weyhe 2, Bergur Lützen 1
Neistin: Jugoslav Djumic 5, Finnur Hansson 5(1), Heini Hanusarson 3, David Edvardsen 3, Sjúrður Thomassen 2, Bigir Poulsen 2, Áki Mørk 2, Karl Odmar Rasmussen 1
Brotskøst: KÍF 7, Neistin 5
Útvísingar: KÍF 5, Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen