KÍF ? H71 22-21 (12-10)
Frammandan dystinum høvdu hoyvíkingarnir einans fingið 2 stig móti Tjaldur, men hóast allir hinir dystirnir vórðu taptir, so hava hesir ósigrar ofta verið sera teprir. Tískil var kanska framman undan hesum dysti roknað við, at teir fóru at basa kollfirðingunum.
Fullu ikki í fátt
Tað vórðu eisini hoyvíkingarnir, sum fingu betri byrjanina, og tá knappur triðingur var leiktur av fyrra hálvleiki høvdu fingið sær eina trygga 6-1 leiðslu. Veit ikki um hetta hevur ruðrað teir eitt sindur, men í øllum førum byrjaðu kollfirð-ingarnir brádliga at minkað um hoyvíksleiðsluna. Nú var púrasta viðvent, og meðan einki bar til hjá hoyvíkingunum fóru kollfirðingarnir at skorað. Áðrenn langt var liðið, høvdu teir togað seg upp á 6-7, og hóast hoyvíkingarnir nú aftur fingu okkurt málið, so megnaðu teir ikki at halda kollfirðingarnir aftan fyri seg.
Móti endanum av hálvleikinum tók KÍF rættuliga dik á seg, og við 4 málum frá liðformanninum, Petur Martin Johansen, eydnaðist tað teimum at vinna sær hálvleiksleiðsluna.
Mundi vent við aftur
Ein skuldi hildið, at hoyvíkingarnir nú vóru ávaraðir, men í seinna hálvleiki helt Petur Martin fram, har hann slepti í fyrra. Eftir 6 minuttum hevði hann skotið 4 mál, og við tað at Jákup eisini slapp fram at ta einu ferðina, var støðan nú brádliga 17-12 til heimaliðið.
Hoyvíkingarnir fullu tó ikki í fátt, men royndu nú at koppa dystinum enn eina ferð runt, og var hetta eisini nær við at eydnast. 5 mál á rað syrgdu fyri, at tað nú aftur stóð á jøvnum millum liðini, og serliga sá tað út til at gera mun, at teir hesa løtuna vardu eitt sindur meira offensivt. Hetta sá til at órógva KÍF leikararnar almikið, soleiðis at teir framdu fleiri teknisk mistøk, og harumframt syrgdu teir á henda hátt fyri, at Petur Martin ikki slapp so væl framat, tá skjótast skuldi.
Tað, ið eftir var av dystinum, leikaði rættuliga javnt á, og tað eydnaðist eisini hoyvíkingunum at koma fram um kollfirðingarnar. Kolfirðingar megnaðu tó enn einaferð at svara aftur, og tá 1 minuttur var eftir, kundi Jákup Dam senda bóltin í málið til 22-21. Hoyvíkingarnir royndu enn eina ferð at svara aftur, men seinasta álopið endaði við einum 3 metrakasti, sum tó ikki kastaði nakað av sær, og kundu kollfirðingarnir sostatt fegnast um fyrstu stigini í ár.
Reytt til Halgir
Sum tað framgongur av hagtølunum niðanfyri, so var tað fyrst og fremst Petur Martin Johansen, sum syrgdi fyri, at kollfirðingarni fingu somikið nógv av málum, at hesi rukku til ein sigur sunnudagin. Tað er tó merkisvert, at Petur Martin fekk somikið nógv av hesum málum við at skjóta úti frá. Vanliga hevur hetta ikki verið hansara styrki, og hevur tað eisini verið ein stórur veikleiki hjá KÍF, at teir so at siga ongan skjútta hava. Seinasta ár høvdu teir Allan Mørkøre og Eddi Joensen, men hvørgin av hesum er við longur.
Júst Allan Mørkøre var millum mótstøðumenningar sunnudagin, men hann fekk millum lítið og einki burturúr, og hevur hann verið við í tveimum dystum, uttan at hava fingið so mikið sum eitt mál.
Hinvegin fekk Bárður Brimvík rættuliga nógv á skaftið inni á strikuni, har hann fleiri ferðir fekk fatur á returbóltum, sum hann síðani setti í netið. 9 mál frá einum strikuspælara er ein rættuliga góð úrtøka, men sunnudagin fylgdi restina av liðnum ikki við avrikinum frá Bárði, og tí gjørdist samlaða úrtøkan ov lítil.
Móti endanum av dystinum fekk Halgir ostaskorpuna frá dómarunum, tá hann ætlaði at hevna seg, eftir at hann hevði eitt slag í andlitið undir einari skotroynd. Slíkur atburður kann undir ongum umstøðum góðtakast, og førir hetta eisini við sær, at hoyvíkingar mugu vera liðformannin fyri uttan komandi dystin.
Nú øll liðini hava leikt eina ferð móti hvørjum øðrum, eru trð tey niðastu liðini púra jøvn. Longu komandi vikuskifti fer okkurt teirra tó longur upp eftir talvuni, tá KÍF skulu til Runavíkar at spæla móti Tjaldrinum.
Dysturin í tølum:
KÍF: Petur M. Johansen 12 (3), Jákup Dam 5, Vagnur Johannesen 3, Egil Steintórsson 1, Petur M. Poulsen 1
H71: Bárður Brimvík 9, Halgir Dahl Olesen 4 (2), Eyðun H. Højgaard 3, Annfinn N. Debess 2, Tróndur Vatnhamar 1, Rene D. Olesen 1, Olaf Vestergaard 1
Brotskøst: KÍF 3, H71 4
Útvísingar: KÍF 4, H71 4
Burturvísing: KÍF 1, H71 1
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen