Hann er har eingin annar er. Tí fær hann eisini fleiri av málunum, sum eingin annar fær. Og tí ger hann eisini fleiri mál enn nakar annar. Arnbjørn Hansen er ógvuliga væl fyri í løtuni. 14 mál hevur kollfirðingurin skotið nú 17 dystir eru spældir. Tvey av teimum gjørdi hann í sigrinum á Skála í gjár – tað fyrsta og síðsta í dystinum. Fyrsta mál kom eftir fríspark frá Bárði Olsen heilt afturi á miðjuni. Arnbjørn Hansen vann bóltin í kapping við málverjan, og umvegis ein Skálamann á sjálvari málstrikuni setti hann bóltin í netið. Tað seinna málið átti Hans Pauli Samuelsen stóran lut í, tá hesin spældi Arnbjørn Hansen púra leysan við málverjanum, og kollfirðingur ivaleysur gjørdi landskappingarmál nummar 14 í ár. Í millum tey bæði málini var Bárður Olsen, tá hann smekkaði brotsspark í málið.
Jónhard syndaði
At EB/Streymur yvirhøvur fekk eitt mál í fyrra hálvleiki, mugu teir á Skála iðra seg nógv um. Teir vóru spælstýrandi liðið. Teir høvdu bóltin meiri, spældu eisini betri og høvdu einasta veruliga kjansin í fyrra hálvleiki, tá Jónhard Fredriksberg varð spældur púra leysur við René Tórgarð, og sendi bóltin framvið málverjanum men eisini sjálvum málinum. Ein ovurhondsstórur møguleiki, ið skuldi givið mál og leiðsluna til Skála. Eydnan var tó ikki við teimum appilsinlittu.
Tað var hon hinvegin við EB/Streymi, tá teir komu framum. Hetta var í minuttinum, Lars Müller hevði lagt aftrat teimum fyrstu 45 minuttunum. Hesi fyrstu trý korterini hevði EB/Streymur als einki víst. Við seks landsliðsleikarum á liðnum lógu teir ógvuliga langt afturi á vøllinum, og høvdu tað sera trupult við at fáa tað hanga saman.
Ein partur av orsøkini var Mikkjal Thomassen á sentrala miðvøllinum hjá EB/Streymi. Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen og hinir hava hug at flyta bóltin skjótt frá manni til mann, men hesum var stóri havnarmaðurin ein forðing fyri. Hvørja ferð hesin fekk bóltin steðgaði spælið upp onkursvegna, tí bólturin líka skuldi nertast eini tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn hann slapp víðari. Hinvegin vísti Mikkjal eisini, at hann kundi avlevera fyrstu ferð, og tá gekk tað eisini bæði skjótt og lætt hjá EB/Streymi. Tað var bara ógvuliga sjáldan. Mikkjal Thomassen spældi annars ein fínan dyst móti NSÍ seinast, men vantar dystarvenjing, tí hann hevur verið skaddur so leingi.
EB/Streymur tók yvir
Málið kom ógvuliga dátt við hjá Skála! Teir høvdu brúkt nógva orku, men eftir málið frá Arnbjørn kundu teir staðfesta, at krútið var brúkt til onga nyttu. Somuleiðis var eisini greitt, at ikki nógv krút var eftir heldur, og so bar væl til hjá EB/Streymi.
Tað riggaði nógv betri hjá oddaliðnum í seinna hálvleiki. Fleiri stórar kjansir høvdu teir. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen vóru ógvuliga nærvið, men kollfirðingurin skjeyt á málverjan og víkamaðurin á tvørtræið.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki bragdaði aftur hjá Sundalagsmonnum. Hetta eftir eina stuttliga brotssparksstøðu, har fyrst Arnbjørn Hansen varð jarðlagdur, men dómarin ikki lat við seg koma, og Sorin Anghel rann leysa bóltin upp, fyri síðani at verða koyrdur um koll. Tá bríkslaði dómarin, og Bárður Olsen setti bóltin hart í netið.
Einfalt og gott
Tað stóð EB/Streymur á øllum í seina hálvleiki. Spælið var meiri frígjørt, leikararnir kendu á sær, at tað aftur hesaferð fór at ganga hjá teimum, og tað sást aftur á spælinum.
Triðja málið var fínt dømi um hetta. Hans Pauli Samuelsen strýkur avstað mitt framm eftir vøllinum. Frammanfyri sær hevur hann tveir verjuleikarar. Víkamaðurin steðgar upp, men tað gjørdi spælið ikki, tí hann fann Arnbjørn Hansen, sum trygt setti bóltin í netið. Eitt einfalt og gott mál frá EB/Streymi.
Einfalt og gott var spælið hjá teimum eisini allan seinna hálvleik. Tað bar tó ikki til at siga um fyrra, sum Skála átti. Skála átti eisini at fingið meiri burtur úr. Men tá hepni ikki kemur til ein, so má tað uppsøkjast. Tað gjørdi EB/Streymur og vann sín 12. sigur í ár.