Tað er ikki yvir at dylja at fleiri fólk í Kollafirði og á Oyrarreingjum, eru rættiliga misnøgd við tey russisku skipini, sum javnan liggja við bryggju har, tí tey larma so illa og viðhvørt rúka tey eisini illa. Síðani hevur Russland gjørt innrás í Ukraina og hóast russisk skip eru boykottað fleiri staðni, eru tey enn at síggja í føroyskum havnum.
Men í morgun tóku kollfirðingar stig til eitt heldur sermerkt mótmæli ímóti russisku skipunum – og ímóti at Tórshavnar Havn framvegis letur havnirnar í kommununi standa opnar fyri russisku skipunum.
Tá ið allir teir mogu bilarnar komu norðaneftir, á veg til Havnar í morgun, rendu teir seg í hetta stóra skelti við tunnilsmunnan á Kollafjarðartunlinum.
##med2##
Og sum tað sæst á áskriftini, leggja kollfirðingar ikki fingrarnar ímillum. Á skeltinum, sum er málað við somu litum, sum ukrainska flaggið, skriva teir, Russisk skip, go fuck yourself og síðani kemur ein beinleiðis heilsan til Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar Kommunu, tí tey skuldseta hann fyri at taka ómóti blóðpengum við at loyva russiskum skipum brúka havnirnar í kommununi.
Løgreglan sigur, at tey gera ikki meiri við málið uttan tað, at tey hava ringt til Landsverk og biðið tey um at fáa skeltið niður aftur.