- Kollafjørður skal friðast fyri seyð um veturin.
Tað er ein niðurstøða á borgarafundi í Kollafirði í gjárkvøldið.
Har hevði Tórshavnar Býráð boðið kollfirðingum á fund at hoyra teirra hugsa um ymisk viðurskifti í bygdini.
- Hetta var eitt tiltak, sum fekk góða undirtøku, tí tað møttu eini 150-200 fólk á fundi, sigur Jákup Dam, sum bæði eg kollfirðingur og limur í Tórshavnar Býráði.
Hann fegnast eisini um, at heili 10 av teimum 13 limunum í býráðnum møttu á fundi at hoyra, hvat kollfirðingar høvdu upp á hjartað.
Jákup Dam er eisini formaður í økisnevndini hjá Tórsjhavnar býráði. Tað er ein nevnd, sum skal røkja áhugamálini hjá bygdunum í Tórshavnar Kommunu.
Hann sigur, at eitt mál, kollfirðingar hava upp á hjartað, er, at fáa bygdina friðaða fyri seyð um veturin.
- Tað vóru fleiri, sum bóru hetta upp á mál, og tað var eitt týðiligt ynski frá kollfirðingum, at teir vilja hava frið fyri seyði, sigur Jákup Dam.
Hann sigur, at hetta er eitt mál, tey arbeiða við í Tórshavnar Býráði.
- Vit arbeiða við eini ætlan fyri, hvussu allar bygdirnar í kommununi, sum vilja, kunnu friðast fyri seyð, sigur hann. Hann vísir á, at tað er ikki allastaðni, at tey eru áhugað at friða fyri seyði.
Vit hava havt borgarafund í Hesti, men har haldi eg ikki, at nøkur serlig undirtøka var fyri vetrarfriðing.
Jákup Dam sigur, at hetta er eitt mál, Tórshavnar Býráð fer at arbeiða víðari við.
- Hetta er eitt mál, vit ætla at loysa og í tí sambandi arbeiða vit við at leggja eina ætlan fyri, hvussu tað skal gerast og, í hvørjari raðfylgju, bygdirnar skulu vetrarfriðast.
- Hann sigur, at tað er neyðugt at leggja eina neyva ætlan, tí tað fer at kosta milliónir at vetrarfriða bygdirnar.
Tí dugir hann ikki rættiliga at siga, nær nakað ítøkiligt hendir á hesum øki.
|