Kollvelting í álopinum

Nýggjur álopsmaður: Lyngby framherjin, Christian Lamhauge Holst, sum er spildurnýtt navn í føroyskum fótbóltshøpi, verður royndur sum nýtt álopskrút í Skotlandi

Landsliðið

Christian hvør?
Soleiðis mundu flestu leikararnir á fótbóltslandsliðnum hugsa, tá teir týsmorgunin fingu bræv um komandi fótbóltslandsdystirnar móti Skotlandi og Litava.
Niðast á listanum yvir leikarar stóð nevnliga eitt - í føroyskum fótbóltshøpi ? púrasta ókent navn.
Talan er toppskjúttan hjá Lyngby, sum í løtuni er í ferð við at endurskapa navn sítt í donskum fótbólti, eftir at felagið fór á húsagang og eftirfylgjandi varð tvangsniðurflutt fyri hálvum øðrum ári síðani.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Henrik Larsen ella Jógvan Martin Olsen, men aðrastaðni á síðuni er viðtala við nýggja leikaran.

Eingin Hjalgrím
Stóri taparin ? um tað kann sigast so ? í landsliðsúttøkuni hesaferð er Hjalgrím Elttør. Hann hevur annars verið fastur í hópinum seinastu nógvu ferðirnar, og tó at tað sjáldan er blivið til eitt pláss millum teir fyrstu ellivu, so mundu tey flestu kortini rokna við, at hann eisini var við hesaferð. Tað er Tór-Ingar Akselsen úr HB heldur ikki, eftir at hann fyri fyrstu ferð fekk landsliðsboð til Íslands-dystin.
Umframt teir átjan, sum eru tiknir út til Skotands-ferðina, hevur Christian Høgni Jacobsen úr Vejle eisini fingið landsliðsboð. Christian Høgni er tó leikbannaður til dystin í Skotlandi, og verður tí ikki við á teirri ferðini, men legst ístaðin afturat hópinum til heimadystin móti Litava. So fer tíðin at vísa, hvørt tað tá verður neyðugt hjá venjarunum at sálda onkran frá, ella um forfall av onkrum slag kortini fer at skerja hópin.

Kollvelt álop
Hvussu er og ikki, so tykist tað víst, at talan verður um broytingar í álopspartinum.
Christian Høgni Jacobsen fær so í øllum førum ikki verið við, nú hann er leikbannaður, og tað er nærliggjandi at hugsa, at John Petersen verður fluttur upp í hansara stað, nú Fróði Benjaminsen aftur er tøkur á miðvøllinum. Spurningurin er so, hvørt tað verður Andrew av Fløtum ella onkur annar, sum so verður undir liðini á John. Her hevur áður verið funnist at, at Andrew og John eru ov líkir í spælistíli, og tí kann væl hugsast, at talan verður nýggja leikaran.