Stóra framsýningin av samtíðar myndlist er bert ein av mongu verkætlanunum hjá NIFCA. Seinnu árini er árliga framsýningin ikki minst vorðin kend fyri at varpa ljós á eldfim evnið. Síðsta ár var evnið Populisma, meðan eitt nú stovnsligt og politiskt Gjøgnumskygni eisini hevur verið á breddanum.
Endamálið við framsýningunum er at stimbra norðurlendska samtíðar myndlist á ein hátt, so hon kann virka sum ein listarlig viðmerking til norðurlendska samtíð og søgu.
Vinarliga hjálandaveldið
Nú Norðurlendsk kolonialisma verður høvuðsevnið, er hetta enn ein liður í arbeiðinum hjá stovninum at kanna, hvørjir listarligarligir, estetiskir, mentanarligir og sosio-politiskir samanhangir skapa okkara samtíð og at varpa ljós á teir í einum øðrvísi forum. Ein av orsøkunum til, at evnið hesuferð verður norðurlendsk kolonialisma, er, at hetta tykist vera ein táttur í okkara søgu, vit ofta látast ikki at vita av, sigur Frederikke Hansen, kurator. Eisini heldur hon tað vera tankavekjandi, at norðurlendsk kolonialisma als ikki hevur verið miðvíst granskað á støði við eitt nú bretska kolonialismu.
- Ivaleyst hongu hetta saman vi vanligu fatanini av norðurlendskari kolonialismu sum ein harmleys mest sum vinarlig útgáva av hjálandaveldum annars. Á onkran hátt tykist tað sum at vit helst vilja tiga hendan partin av okkara søgu í burtur, sjálvt um leivdirnar av henni framvegis eru rættiliga týðiligar í eitt nú mátanum valdið er skipað í norðurlendskum samfeløgum, sigur Frederikke Hansen, kurator. Hon leggur afturat, at tað vísir seg, at nettupp í listini verða slíkir fjaldir samanhangir ofta best avdúkaðir.
200 millum luttakarnar
Almenna heitið á framsýningini er Re-thinking Nordic Colonialism, har listafólk geva sítt boð uppá, hvussu hjálandaveldi framvegis ger vart við seg mentanarliga og politiskt.
Saman við øðrum kuratorum hevur Frederikke seinastu mánaðirnir ferðast í norðurlondum fyri at velja listafólkini, sum skulu verða við á framsýningni. Øll nøvnini eru ikki komin uppá pláss enn, men Frederikke ímyndar sær, at tað grønlendska íkastið eitt nú kemur at avspegla okkurt slag av ný-kolonialismu. Úr Føroyum veit hon, at fokus millum annað verður sett á tað politiska og tað málsliga, við tað at hon longu nú kann avdúka, at tónleikabólkurin 200 verður ein av teimum 50 luttakarnum.
Framsýningin komandi vár er ein sokallað multimedie-verkætlan, ið er sett saman av fyrilestrum, tónleiki, listaverkum og kjakfundum. Byrjað verður í Íslandi í mars mánað, og fara partar av framsýningini síðani víðari til Grønland, Føroyar og Finland. Verkætlanin endar við eini DVD útgávu, har tættirnir frá framsýningunum verða savnaðir.
Fund í Føroyum
Nevndin í NIFCA hevur júst havt fund í Føroyum fyri fyrstu ferð. Ein av føstu uppgávunum hjá stovnunum er tann sonevnda Sleipnir verkætlanin, ið fíggjar listarlig uppihald hjá listafólki ymsa staðni í Europa. Í Føroyum hava listafólk higartil havt høvi at arbeiða og búgva í húsinum hjá listamanninum Jóhannes Kristinasen í Leirvík. Í løtuni verður arbeitt við at finna eitt annað stað til endamálið, og tað var millum annað hetta, sum var til umrøðu, nú nevndin hevði fund í Føroyum, sigur Astri Luihn, sum hevur eygleiðarstøðu í nevndini.
Føroysk listafólk kunnu eisini søkja um stuðul til listarlig uppihald gjøgnum Sleipnir.
Fakta:
NIFCA er stovnur undir Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Stovnurin hevur sæti í Sveaborg beint uttanfyri Helsinki
Limir í stovninum eru Danmark, Grønland, Noreg, Svøríki, Ísland
Endamál: At varpa ljós at norðurlendska samtíðarmyndlist í einum samfelagsligum høpi.
Verkætlanir: Sleipnir listarlig uppihald í Norðurlondum, framsýningar og útgávur.