Nýstovnaði grunnurin skal útvega pening til at seta teir friðaðu bygningarnir í stand og stíla fyri, at teir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk. Stovnsfæið hjá Koltursgrunninum er býlingurin Heimi í Húsi, sum verður frámatrikuleraður og latin grunninum uttan viðurlag.
Grunnurin er stovnaður, tí varðveitingararbeiðið er sera umfatandi, og hóast eitt sindur er gjørt, so er nógv eftir enn.
Longu í 1949 stóð ein danskur fornfrøðingur, Holger Rasmussen, fyri kanning av áðurnevnda býlingi. Og í sumri í 1993, 94, og 95 gjørdu lesandi frá arkitektaskúlanum í Keypmannahavn umfatandi uppmátingar í oynni undir leiðslu av arkitektunum Palle Dyreborg og Poul Jensen. Hesar uppmátingarnar eru grundarlag undir friðingini, sum nú er lýst. Men leggjast skal afturat, at friðingini umfatar eisini garðar og bø, millum annað tað tiltikna teigalendið, har korn varð velt. Hetta er tað størst varðveitta teigalendið í Føroyum.
Meðan hetta uppmátingararbeiði fór fram, gjørdi Føroya Forngripafelag eitt stórt og virðismikið arbeiði at bjarga sethúsum og úthúsum Heimi í Húsi. Hetta var alt sjálvboðið arbeiði, ið tey, sum í dag vitja í oynni, kunnu fegnast um. Men tað er nógv eftir at gera enn, og tí hevur Føroya Jarðarráð sett henda Koltursgrunnin á stovn.
Arkitektarnir, sum hava verið í oynni, hava tosað við forngripafelagið, fornminnissavnið og fetaran. Síðani varð ein ætlan løgd, tann sokallaða Koltursvisiónin ella Kolturætlanin, sum sigur, hvussu varðveitingararbeiðið kann verða gjørt. Og hvussu oyggin samstundis kann menna seg sum eitt livandi og virkið stað í Føroyum. Hetta er ein ætlan, sum myndugleikarnir hava viðgjørt og tikið undir við. Eftir er at seta hana íverk í samstarvi við øllum, sum varða av og hava áhuga fyri oynni.
Í nevndini fyri grunnin sita fimm fólk: Høgni Mohr, Malan Johansen, Gunnar Hoydal, Magni Arge og Hørður Wardum. Gunnar Hoydal er formaður.