Kolumbusaregg, eftirlønir og sjálvmál


 

Sámal Petur í Grund

landsstýrismaður


Í grein í Dimmalætting fríggjadagin 10.august hevur Atli Hansen eina grein við ivirskriftini, »Sambandsflokkurin setur enn eitt kolumbusaregg.«

Grundarlagið fyri hesi rámandi ivirskrift er uppskot sambandsfloksins um at seta pening av til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Atli Hansen ásannar, hvat hvør einasti politikari og helst nærum allir borgarar landsins vita, at stórstu sjónligu trupulleikarnir í samfelagnum liggja á almannaøkinum.

Hongur ikki saman.

Men tað eru nøkur ting sum ikki hanga saman í greinini Atli skrivar.

Atli førir fram, á sama hátt sum Eivind Jacobsen hevur gjørt tað í blaðgrein áður og Suni Jacobsen tingmaður gjørdi tað undir umrøðuni av uppskoti Sambandsfloksins um innskot í Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn-in, at tað sum henda samgongan hevur gjørt á eftirlønarøkinum ikki munar nakað.

Orsøkin til at hetta ikki hongur saman er hon, at batin á eftirlønarøkinum, sum hevur viðført eina hækkan í viðbótum uppá umleið 1200,00kr verður gjørdur til einkis, samstundis sum ein upphædd sum er minni verður gjørd til eitt kolumbusaregg.

Sitandi samgonga hevur á einum øki sum er sera trupult gjørt nakrar ítøkiligar batar sum er komin teim veikastu í skipanini tilgóðar.

Samstundis hava batarnir nærum ikki verið til at fáa eyga á hjá nøkrum av teimum sum eisini eru í skipanini.

Grundin til hendan misjavna er tann sannroynd, at eftirlønarøki hevur verið afturútsiglt og hevur tað viðført, at einstakir borgarar og fakfeløg hava gjørt sínar egnu skipanir.

Hesar skipanir hava so viðført, at tey sum eru umfataði av teimum eru ikki millum tey veikastu í skipanini og hava tí ikki merkt stóran bata.

Men tað reingist ikki, at í hesum samgonguskeiðnum eru hendir batar í vilkorum hjá flestøllum eftirlønar-móttakarum.

Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin er byrjaður at gjalda út, eina upphædd sum í dag er uppá 513,00kr. mánaðarliga. (henda samgongan hevur ikki æruna av hesum)

Ringast stillaðu eftirlønarmóttakararnir hava harumframt fingið eina hækkan í viðbótini uppá 1300,00kr. mánaðarliga.

At hesir batar verða tileinkisgjørdir, samstundis sum ein upphædd uppá 1000 ? 1200 kr. skal verða eitt kolumbusaregg, boðar ikki frá sakligheit í eftirlønarspurninginum.

Reingjan av úttalilsum.

Atli Hansen sigur, »Sámal Petur í Grund segði tað bart út, at um tað vóru 450,00kr ella 1000,00kr. meira um mánaðin til pensionistarnar, so valdi hann fullveldisætlanina framum meira pensión«.

Hesin mátin at endurgeva onnur uppá, hvar man snildisliga snarar úttalilsum hjá øðrum, er ikki ókendur, men sera ódámligur.

Úttalilsi sum her verður snarað, er úttalilsi mítt í løgtinginum um, at eg ikki vildi selja frælsi hjá føroysku tjóðini fyri eina upphædd, óansæð um hon var 450,00kr ella um hon var 1000,00kr.

Tað er sambandsflokkurin, og ikki undirritaði, sum við uppskoti sínum, setur hægri eftirløn uppímóti fullveldisætlan landsstýrisins.

Undirritaði arbeiðir tvørturímóti framímóti eini eftirlønarskipan sum bæði skal tryggja eldru borgarum okkara eina munandi hægri eftirløn, og skal gera føroyska samfelagi betri ført fyri at avgreiða síni viðurskifti á einum frælsum grundarlagi.

Uppskot Sambandsflokksins.

Nú skal uppskot sambandsfloksins nokk síggjast meiri sum úttrykk fyri vilja floksins tá hann er í andstøðu, enn sum politikkur floksins annars. Vit hava jú ikki sæð nakað líknandi frá flokkinum tá hann hevur verið í samgongu, og høvdu vit tað, so hevði kanska verið komið longri við eftirlønarviðurskiftunum.

Hetta er eisini fyrstu ferð at sambandsflokkurin hevur bygt hugsjónir sínar á Samhaldsfasta Armeiðsmarknaðareftirlønargrunn-in.

Harafturat skal inngjaldið síggjast sum eitt alternativ til minking í ríkisveitingini.

Sum tað framgongur av uppskoti sambandsfloksins, so gevur eitt inngjald í Samhaldsfasta eftirlønargrunnin uppá 800 milliónir eitt eftirlønarútgjald uppá uml.1000,00kr. um mánaðan.

Tað er ikki trupult at rokna út, at fyri at henda skipanin skal koma at virka sum ein skipan við einum útgjaldi sum tryggjar eftirlønarmóttakarum virðilig kor, so skulu fleiri ferðir 800 milliónir krónur gjaldast inn.

Hendan skipanin vil eisini viðføra at vit framhaldandi varðveita stóra stættarmunin sum longu ger seg galdandi á eftirlønarmóttakarum.

Eitt sindur undrunarsamt er tað, at partar av fakfeløgunum síggja hetta sum tað bestu loysnina á eftirlønarspurninginum.

Eftirlønarviðurskiftini

Vit hava eitt samfelag sum á eftirlønarøkinum (fólkapensiónsøkinum) er afturúrsiglt.

Tá fólkapensiónin í síni tíð bleiv innførd, var hon nærum einasta skipan sum tey eldru kundu hella seg til.

Í dag mugu vit ásanna, at tey sum bert hava fólkapensiónina at dúva uppá gerast færri og færri. Hesi eru samstundis tey sum eru ringast stødd, við tað at aðrar eftirlønarskipanir, bæði føroyskar og útlendskar eru á einum heilt øðrum støði.

Tað at hesar skipanir eru so ymiskar, bæði viðvíkjandi inngjaldi og útgjaldi ger, at trupult er at gera eina skipan sum tekur hædd fyri sereyðkennum á øllum økjum.

Vit eiga at respektera frælsi borgaranna at avgera hvussu nógv av teirra inntjentu upphædd tey ynskja at seta í forbrúk og hvussu nógv borgarin ynskir at spara upp til sín egna aldurdóm.

Samstundis eiga vit at tryggja at allir lønmóttakarar spara upp í ein mun sum gevur eina upphædd sum tryggjar virðilig kor á ellisárum.

Harafturat eiga vit at tryggja samhaldsfesti í ein sovornan mun, at teir borgarar sum ikki blíva umfataðir av eftirlønaruppsparing, eisini fáa eina virðiliga eftirløn, tá tey koma til eftirlønaraldur.

Her átti ikki at verið nakar mótpartur, men bert viðspælarar.