"Kom bara inn - eg skal ikki gráta" leiktur í Vági hesa vikuna

Jógvan Andrias Joensen fer nú á ferð kring landið við einrøðuleikinum "Kom bara inn - eg skal ikki gráta".

 

Leikurin verður spældur í Stóra Pakkhúsi í Vági mikukvøldið og hóskvøldið klokkan 20.00.

 

Talan er um ein nýskrivaðan leik eftir Riu Tórgarð, sum tekur støði í eini tíð, tá flestu føroyskir sjúklingar vóru sendir til Danmarkar, og nemur m.a. við evnið, sálarheilsa, sum er nógv frammi í dag.

 

- Leikurin snýr seg um, at eg sum barn var sendur til Danmarkar í sambandi við sjúku. Tær upplivingarnar hava sett spor, sum hava fylgt mær alt lívið, hevur Jógvan Andrias greitt frá.

 

Leikari: Jógvan Andrias Joensen. Tónleikari: Edvard Nyholm Debess.

 

Møguleiki er at keypa atgongumrki á atgongumerki.fo