Kom bara við Ballack

Fyrst og fremst var trupulleikin í Íslandi, at vit gúppaðu ov nógv, og tað mugu vit sleppa undan móti Týsklandi, heldur Fróði Benjaminsen, sum annars tykist gleða seg at hitta Michael Ballack

Upptakt

Hóast broytingar, so var Fróði Bemjaminsen sum vant partur av føroyska miðvøllinum móti Íslandi, og tá vit hittu hann mánadagin duldi hann ikki fyri, at hann hevði havt betri dystir enn hendan.
- Tað var fyrst og fremst tí, at vit sóu bóltin so lítið. Frá báðum síðum varð miðvøllurin at kalla alla tíðina lopin um, og tó at betraðist í seinna hálvleiki, so var tað framvegis ikki nóg gott.
Spurdur, hvørt hetta er nakað, sum teir á landsliðnum hava tosað um síðani, soleiðis at tað kann betrast mikudagin, sigur Fróði, at tað hava teir ikki.
- Tað fara vit nokk at gera týs- og mikudagin, men í øllum førum vita vit nú, hvat vit ikki skulu gera. Og serliga ikki móti týskarum, sum helst megna at seta størri trýst á, helt hann.

Kom bara við Ballack
Tá Føroyar fyri knøppum ári síðani spældu í Hannover, var leikluturin hjá Fróða fyri tað nógva at ansa eftir Michael Ballack. Ein dystur, sum til tíðir tóktist ógvusligur, en hetta tykist tó ikki at nerva Fróða stórvegis.
- Nú má eg fyrst fáa at vita, um eg sleppi at byrja inni, men tað er so ikki nakað, sum eg hugsi stórvegis um. Tá tú spælir móti slíkum leikarum, so fer tað neyvan at loysa seg at hugsa alt ov nógv um, hvørjum tú ert ímóti.
Men hóast alt, so má Fróði tó viðganga, at tað sjálvandi er nakað serligt, tá spælt verður ímóti teimum stóru tjóðunum, men hann tykist á ongan hátt vera bangin fyri nærdystunum, sum ivaleyst fara at koma.
- Tað gekk kanska eitt sindur hart fyri seg millum okkum í Hannover, og Ballack var kanska eisini nokk so arrogantur. Tað veit eg so ikki, um hann eisini verður hesaferð, men verður tað soleiðis, so má mann bara taka tað við. Eg ætli mær so ikki at bakka, sigur ein smílandi Fróði Benjaminsen at enda, áðrenn leiðin aftur gekk niðan á Hotellið, har hvíld og matur nú vóru á landsliðsskránni.