Heðin Mortensen hevur eitt forkláringsproblem?Eftir mínum tykki hevur Heðin Mortensen eitt stórt forkláringsproblem, tá ið hann vil vera við, at Róðrarfelagið Knørrur ikki kann vera á Skálatrøð. Hetta forkláringsproblem elvir til, at hann togar ymiskar kaninir úr hattinum, so hvørt sum grundgevingar hansara verða afturvístar.
Í fyrru grein míni vísti eg millum annað á, at Heðin Mortensen pellaði, tá ið hann fortaldi fólki, at Skálatrøð er friðað, og at hetta var orsøkin til, at Róðrarfelagið Knørrur ikki kann fáa byggiloyvi. Heðin hevur ikki afturvíst hesum orðum, so eg gangi útfrá, at borgarstjórin veruliga pellaði. Tí Skálatrøð er nevniliga als ikki friðað, og henda grundgeving Heðins skuldi hervið alment verið skotin til botns!? ?Men heldur enn at viðganga sína lygn, so skákar Heðin undan og vísir nú á, at staðið er varðveitingarvert, tí hetta hevur Býráðið fingið at vita frá Fornminnissavninum. Men harragud ikki, Heðin, tað halda vit eisini! Tað skulu ikki spesialistar til at staðfesta tað! Og vit vilja sera fegin varðveita staðið og byggja eitt hugnaligt og hóskandi neyst við Lágu kai. Vit hava enntá boðið Býráðnum at tekna neystið fra a til z! Tað hevði verið nógv frægari, enn at bygt ein merkiligan glastríkant upp á húsið, so sum Fornminnissavnið mælir til, men sum tú bara einki nevnir um. Og by the way, so merkir orðið varðveitingarvert ikki, at Westward Ho skal inn í neystið, so sum Fornminnissavnið eisini mælir til, men sum tú heldur einki nevnir um. Tað merkir bara, at neystið er varðveitingarvert, og tað kann tað saktans vera við Róðrarfelagnum Knørri fyri borgum. No problem!
Satt at siga, so havi eg sera ilt við at skilja tínar grundgevingar fyri, at Róðrarfelagid Knørrur ikki kann vera á Skálatrøð. Tú virkar mær altíð so ullintur - sum um at okkurt annað liggur aftanfyri. Onkur hevur fortalt mær, at tú hevur lovað okkara elskaða Knørraneyst burtur til nakrar av tínum vinum, ið skulu hava eina smiðju á staðnum. Passar tað, Heðin Mortensen? Er tað bara tí, at vit skulu vekk av Skálatrøð?? ?Nakrar afturvísingar?Heðin Mortensen vísir á málsgongdina við neystamálinum. Eg skal ikki viðgera alt, men fari at gera vart við, at sumt av tí, sum Heðin Mortensen førir fram, er lygn, og annað gloymir hann við vilja.? ?Neystamálið byrjaði, sum Heðin sigur, tá ið Róðrarfelagið Knørrur í 2001 søkti um at leiga neyst frá kommununi Úti undir Bakka. Hetta bar tó ikki til, tí neystini vóru útleigað og ikki tøk. Hesum greiðir Heðin væl frá, men hann gloymir at siga, at boðini frá kommununi vóru harumframt, at økið var friðað. Og kortini eru eini vanlig sethús nú bygd oman á staðið. Ikki sannheit, harra Heðin Mortensen? Kennir tú ikki nakrar av tínum egnu lygnum aftur í hesum? Og heldur tú, at hetta gevur okkum grund til at líta ein skitt á tykkum?? ?Heðin Mortensen roynir eisini at vísa á, at Róðrarfelagið Knørrur onga sakliga grundgeving hevur fyri, hvussu felagið kann vera í einum minni bygningi á Skálatrøð, tá ið vit vilja hava 6-800 fermetrar í Álakeri. Til hetta er bert at siga, at um Róðrarfelagið Knørrur skal flyta yvir í Álaker, so er felagið í eini heilt nýggjari støðu. Vit hava verið á Skálatrøð í 21 ár, og tí er einki løgið í, at okkara støða og samleiki broytast fullkomiliga, um vit flyta í Álaker. Og krøvini verða eisini heilt nøkur onnur. Men vit fara enn eina ferð at sláa púra fast, at RK hevur ongantíð sagt nei at fara í Álaker, soleiðis sum Heðin fortelur. Hetta er pástandur hansara og beinleiðis lygn! ? ?Heðin fortelur eisini, at Býraðið tann 18. januar 2007 fekk eitt skriv fra Róðrarfelagnum Knørri, har vit seta krøv um stóran part av Roykivirkinum í Álakeri, umframt at vit vilja vera í Knørraneystinum. Hetta er rætt. Vit vildu hava stóran part av Roykivirkinum, tí í Álakeri er støðan ein heilt onnur enn á Skálatrøð. Og at vit eisini vildu vera í Knørraneystinum komst av tí einføldu orsøk, at tað fingu vit lovað á sama fundi. Tá var Heðin Mortensen bara rýmdur, og tað var ikki fyrr enn tá, at glið yvirhøvur kom á samráðingarnar. Men málið fall - ikki av Róðrarfelagnum Knørri - men tí at Heðin fekk ikki politiska undirtøku fyri keypinum. So skuldi tað verið greitt!? ?Tí vil Róðrarfelagið Knørrur vera á Skálatrøð
Róðrarfelagið Knørrur hevur alla sína tíð verið á Skálatrøð, og tó at húsaumstøður okkara eru syndarliga vánaligar, so er sjálvt økið við Lágu kai so nógv tað besta staðið at hava kappróðrarvirksemi - tað finst neyvan betri í Føroyum. Har er andi, har er sjarma, og har er so framúr kyrt og gott at flota, bæði hjá vaksnum og serliga hjá børnum. At staðið er væl egnað, kunnu eisini tær bygdarmanningar vátta, sum hvørt ár flota bátar sínar á Skálatrøð, tá ið tær koma higar at venja til ólavsøku. Skálatrøð er satt at siga ein perla, og tí arbeiðir Róðrarfelagið Knørrur við hond og fót fyri at vera har. Soleiðsnar er tað við tí, harra borgarstjóri. Og heldur enn at grivið eftir orsøkum fyri at nokta okkum staðið, so skuldi tú arbeitt fyri málinum. Sum fyrrverandi formaður í Havnar Róðrarfelag hevur tú allar orsøkir at skilja okkum, og sum borgarstjóri hevur tú allar heimildir at hjálpa okkum!
?Skálatrøð er eisini ein framúr sýnisgluggi fyri tjóðarítrótt okkara, tí hvørt einasta ár kemur óteljandi ferðafólk framvið at forvitnast um føroyska bátin. Hetta talar eisini fyri, at Skálatrøð er tað perfekta staðið til kappróðrarvirksemi. Og eftir mínum tykki er tað dundrandi skeivt ikki at brúka henda møguleika at vísa útlendingum eina so sprelllivandi, føroyska mentan. Tí hví skulu vit altíð dyrka tann støvuta kulturin, tá ið vit hava livandi lív at vísa? Hví ikki brúka hetta fantastiska høvið at vísa fram okkara sprelska ungdóm í samljóði við tjóðarítróttin, heldur enn at krógva alt burtur úti í Álakeri? Kanst tú fortelja mær tað, Heðin Mortensen? Hví vilt tú partú sleppa at gera okkurt býtt, tá tú hevur allar møguleikar at gera okkurt klókt?
Øll hesi viðurskifti hava vit í Róðrarfelagnum Knørri víst Býráðnum á ca. 1000 ferð, og Heðin Mortensen skuldi verið so mikið kultiveraður, at hann dugdi at síggja hetta. Men higartil hevur hann verið sum gamli Nelson og sett kikaran fyri blinda eygað!?
At enda?Góði, Heðin Mortensen. Sum borgarstjóri og ítróttarforseti setur tú fram nakrar sera fúlar mistankar um míni evni at leiga Róðrarfelagið Knørr. Míni leiðaraevni fara vit at lata onnur at meta um, men lat okkum nú vóna - hóast okkara ókerliga brævaskifti - at Róðrarfelagið Knørrur umsíður fær tær umstøður, sum tí so staðiliga tørvar. Tað hevði gagnað felagnum, høvuðsstaðnum og tjóðarítróttinum. Men vælsignaður maður! Royn nú fyri eina ferð skyld at koma við eini haldgóðari grundgeving fyri, hví Róðrarfelagið Knørrur ikki kann vera á Skálatrøð! Og um tú ikki kanst tað, so gev okkum okkara byggiloyvi, sum vit nú í fleiri ár á rættvísan hátt hava arbeitt fyri!
?Eitt sindur vinarliga (hóast alt)