Kom nú Kaj Leo, fólk bíða eftir tær

Tað var ikki sørt skuffandi at frætta frá landssstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, nú eg fregnaðist um, hvussu tað gekk at seta í verk skipanina við føstum røktarheimslækna, eitt uppskot frá Framsókn, sum løgtingið samtykti í fjør heyst. Landsstýrismaðurin hevur onki gjørt og sýnist eiheldur ætla sær at gera nakað.

 

Høvuðsgrundgevingin hjá landsstýrismanninum er, at tað ber til í verandi skipan at skipa tilboð við føstan røktarheimslækna. Tað er bara lutvíst rætt, tí fleiri eldrasamstørv hava havt skipanir, har tey av sínum eintingum hava gjørt avtalu við ávísan lækna, men eru tey steðgað aftur av mynduleikunum, tí heimini hava ikki heimild at gera avtalur, sum liggja uttanfyri sáttmálan við fíggjarmálaráðið. Av somu orsøk er Tórshavnar kommuna ikki komin á mál, hóast arbeitt hevur verið við málinum. Ein loysn krevur, at landsmyndugleikarnir spæla við, eins og kommunur, eldrasamstørv og kommunulæknar eru sjálvsagdir partar av fyrireikandi arbeiðinum, sum landsstýrismaðurin eisini vísir á.

 

Eg fari at mæla landsstýrismanninum til at vitja t.d. eitt av heimunum í høvuðsstaðnum og seta seg nærri inn í avbjóðingarnar við verandi skipan. Okkara eldru borgarar fáa snøgt sagt ikki nøktandi heilsutænastu. Eg veit, at bæði leiðsla og starvsfólk hava bíða spent eftir, at landsstýrismaðurin fór at rudda av vegnum forðingarnar fyri, at skipan við føstum røktarheimslækna kann gerast veruleiki.

 

Fyrst og fremst hevði skipanin gagnað búfólkunum á røktarheimunum kring landið, men hon hevði eisini gagnað røktarstarvsfólki, læknum og heilsuverki. Eg skal minna landsstýrismannin á, at kanningar úr Danmark vísa, at skipanin minkar um innleggingar við 28%, endurinnleggingar við 27%, stutttíðar innleggingar við 14%, umframt at óneyðug heilivágsnýtsla minkar munandi.

 

Eg fegnist saman við landsstýrismanninum um fíggjarligu raðfestingarnar innan heilsuverkið, men í sær sjálvum er tað ongin kynstur at brúka pening – eftirspurningurin innan heilsutænastur er óendaligur. Tí ræður um at fáa sum mest fyri pengarnar og gera neyðugar nýskipanir. Ein skipan við føstum røktarheimslækna er líka til høgrabeinið. Leisturin er har, landsstýrismaðurin hevur lykilin.

 

Ruth Vang,

 

Framsókn