- Kom og fá tær hummara

Regattain snýr seg ikki einans um at sigla. Hon snýr seg eins nógv um at hugna sær og at eta góðan mat.

- Kom og fá tær hummara.

 

Soleiðis ljóðaði tað úr bátinum hjá Tóru og Henge Isaksen, sum vóru farin á regatta á Eiði í gjár.

 

- Vit hava verið á regatta á leið annað hvørt ár, sigur Tóra.

 

- Regattain er eitt ótrúliga gott tiltak, sum okkum dáma ógvuliga væl. Hetta er líka sum endin á summarinum, sigur Henge.

 

Í fylginum hjá Tóru og Henge eru seks fólk fordeild yvir tríggjar bátar.

 

- Tað er ótrúliga hugnaligt at sigla soleiðis. Vit fóru fyrst av Vestmanna, steðgaðu í Saksun og í Sjeyndum, áðrenn vit komu til Eiðis, sigur Henge.

 

- Tá veðrið er gott, er tað ómetaliga hugnaligt at sita á dekkinum og njóta mat og gott selskap, sigur Tóra flennandi.

 

Maturin hevur høga raðfesting hjá Tóru og Henge. Umborð hava tey allan góðan føroyskan mat so sum skerpikjøt, smyrjibreyð, grind, spik, turran fisk og ikki minst hummara.

 

- Hummarin er dripin í dag, so hann er heilt feskur, sigur Henge, sum samstundis greiðir frá, at leskiligi hummarin er veiddur við Flesjarnar í Kollafirði.

 

Tóra og Henge løgdu frá landi á Eiði seinnapartin í gjár og sigldu til Hósvíkar. Í dag fara tey so víðari til Nólsoyar.