Kunningarstovan og Tórshavnar kommuna
Gongudagur í Tórshavnar kommunu 14. juni
Aðalstjórar og arbeiðsfólk, bilførarar og bindiklubbar, starvsfólk og stjórar, ung og gomul, stór og smá, rund og mjá, setið bilin og gangið.
Vit byrja á Vaglinum kl. 15.00, har borgarstjórin, Jan Christiansen, setir gongudagin og sendir okkum avstað.
Áðrenn vit fara til gongu, hitar Stimbur okkum upp.
Fimm ymiskar rutur
Møguleiki at at velja ímillum fimm ymiskar rutur sum eru 2, 3, 5 ella 7. kilometrar. Allar rutur eru av Vaglinum niðan á Tórsvøll.
Á Tórsvølli verður skipað fyri ymiskum undirhaldi.
Kom og gakk fyri lívinum!