Enn einaferð er staðfest, at fótbóltur er ikki bara fótbóltur. Talan kann eisini verða um speisemi av ringastu – ella bestu – skuffu, tað velst alt um hvørjar fótbóltsbrillur ein hevur. Í Noregi hongur tað øllum fótbóltsviðhaldsfólkum langt út av hálsinum – bara ikki teimum, sum halda við Rosenborg – at Rosenborg hevur vunnið 14 av teimum seinastu 16 meistaraheitunum. Tað hevur líka eydnast Vålerenga og Brann Bergen at koma ímillum. Hesin dominansurin hjá Rosenborg hevur fyri sovítt eisini fingið stuttligar avleiðingar.
“Heia Bortelaget”
Tróndheimur er eins og Bjørgvin ein vakur lestrarbýur, sum ungfólk úr øllum Noregi leita til, fyri at fara undir hægri lestur. Ì 1992 vóru tað nøkur sálarfrøðislesandi í Tróndheimi, sum blivu so troytt av Rosenborg – hóast tey búðu og trivust í Tróndheimi – at tey tóku tað sjáldsomu avgerð at møta til hvønn heimadyst hjá Rosenborg á Lerkendal Leikvøllinum, fyri at stuðla útiliðnum, mótstøðuliðnum hjá Rosenborg. Tey skipaðu seg í eitt felag, sum sjálvsagt fekk navnið “Heia Bortelaget”.
Teir flestu tróndarbúgvarnir hava dugað at tikið hetta serliga átakið hjá “Heia Bortelaget”, men summi hava givið ilt av sær, og tá serliga, at tey lesandi hava avsláttarskipannir í Tróndheimar býi, sum vanligir tróndarbúgvar ikki hava.
Gingið illa
Og sigast má, at tað hevur gingið illa hjá “Heia Bortelaget”, hóast teir hava rosalittar troyggjir og fløgg, og turriklæði í sama liti. Og hóast tey eru væl skipað við herrópum, og hava ein limalista, sum telur heili 2.600 fólk. Tí nærlesa vit heimahagtølini hjá Rosenborg síðani stovnan viðhalds/móthaldsfelagsins í 1992, so hevur bara eydnast útiliðunum hjá Rosenborg at vunnið 24 av 338 dystum á Lerkendal Leikvøllinum. So “Heia Bortelaget” hevur bara eitt eydnisprosental, sum er áljóðandi 7,1%. Ræðandi heimaformurin hjá tróndarbúgvum hevur verið ræðandi hesi 16 árini, og tí hevur tað mangan verið súrt hjá “Heia Bortelaget” at eygleitt málveitslurnar hjá Rosenborg. Men av tí sama hava tey í “Heia Bortelaget” ikki verið noydd at keypa so mong steyp. Tì hvørt útilið – hvørt tað eitur Brann, Viking, Vålerenga, Lyn ella Tromsø – sum sigrar á Rosenborg á Lerkendal Leikvøllinum, tað liðið fær eitt ognarsteyp frá “Heia Bortelaget”, sum eina áminning um eitt væla avrik. Men í 2005 og 2007 eydnaðist málsetningurin hjá “Heia Bortelaget”. Men við teimum pengum Rosenborg eigur á bók, og við tí vinnaramentaliteti og siðvenjum teir hava, so kann væl henda, at “Heia Bortelaget” aftur fær eitt keðiligt kappingarár, sum tey høvdu báðumegin aldarskiftið.
Sig so ikki norðmenn kunnu verða skemtingarsamir.