Kom so við Beckham

Hesaferð er Talan er um undankappingina til heimsmeistarakappingina í Suðurafrika á sumri 2010. Lutakastið fer fram í Durban.

 

HM-undankappingin verður skipað við 9 bólkum. 8 bólkar við seks liðum og einum bólki við fimm.

 

Tey 53 UEFA-londini eru býtt soleiðis upp í teir ymsu pottarnar:

Pottur F: San Marino, Føroyar, Andorra, Montenegro, Luksemburg, Malta, Estland, Liktinstein

Pottur E: Aserbadjan, Kasakstan, Eysturríki, Armenia, Ísland, Letland, Slovenia, Albania, Georgia

Pottur D: Kypros, Litava, Hvítarussland, Makedonia, Wales, Moldova, Ungarn, Bosnia-Hersegovina, Slovakia

Pottur C: Belgia, Sveis, Finnland, Írland, Norðurírland, Danmark, Serbia, Ukraina, Noreg

Pottur B: Ísrael, Svøríki, Poland, Russland, Bulgaria, Turkaland, Skotland, Rumenia, Ongland

Pottur A: Grikkaland, Kroatia, Holland, Portugal, Frakland, Kekkia, Týskland, Spania, Italia

 

Fýra umboð fyri Fótbóltssamband Føroya eru til staðar undir hátíðarhaldinum í Durban sunnudagin. Umframt Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjara, er talan um Óla Holm, FSF-forseta, Magnus á Stongunum, formann í landsliðsnevndini, og Ísak Mikladal, aðalskrivara.