Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið!

-

Kom upp á fjallatind, lít yvir Føroyalandið!

Fólkafundur við Annfinn Kallsberg, løgmanni, Høgna Hoydal, varaløgmanni og Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni uppi á Slættaratindi

Eiðisfólk, sum búgva í Føroya best røktu bygd, bjóða fólki niðan á hægsta fjall okkara, Slættaratind, har fólkafundur verður á høgum støði við Annfinni Kallsberg løgmanni á odda. Landsstýrið verður eisini umboðað við Høgna Hoydal, varaløgmanni, og Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni.

Hugskotið til henda søguliga fund nú nærkast til túsundáraskifti, 1999-2000, kemur av Eiði, sum seinastu árini hevur borgað fyri góðsku tá reinleika og umhvørvi ræður. Fyrsta góðskustempul fekk Eiðisbygd, tá ið hon varð kosin nr. 2 í kappingini um Føroya best røktu bygd í 1997, og í 1999 fekk Eiði fyrsta plássið í kappingini.

Umhvørvið, náttúran og føðilandið verða høvuðsevnini á fundinum, nú vit standa á gáttini til eina nýggja øld. Hvussu hava vit føroyingar higartil megnað at hildið náttúru okkara reina? Og hvat kunnu vit gera fyri at hetta land, sum vit kanska sjálvi skjótt koma at hava fult vald yvir, í framtíðini verður varðveitt í reinleika og fagurleika?

At standa á hægsta fjalli okkara og líta yvir Føroyaland - tann kenslan kann illa lýsast í orðum og er ymisk frá einum persóni til ein annan, og tískil má hvør einstakur uppliva løtuna og goyma hana í huga sínum.

Sum minni um henda fólkafund á slættaratindi hava fyrireikararnir latið eitt skjal prentað, sum hvør einstakur keypir, áðrenn farið verður niðan á tindin. Hetta skjal verður ovast á tindinum undirskrivað av Annfinni Kallsberg, løgmanni, sum eisini gongur á odda saman við høvuðsferðaleiðaranum á túrinum, Jógvani á Løðuni.

Av tí at skiftandi veðurlag okkara ofta hevur við sær, at sýnið á hægsta tindi okkara ikki altíð er klárt, er trupult at seta ein fastan dag fyri fundin. Í løtuni miðja fyrireikararnir ímóti, at fundurin verður sunnudagin, tann 29. august kl. 14.00, og er ætlaður at vara í uml. 4 tímar tils. Broytingar kunnu koma vegna veður, og verður hetta kunngjørt, um so verður.

Tað er ein fyrimunur um fólk, sum vilja verða við á fundinum, ringja til eina av Kunningarstovunum í Eysturoynni, tlf. 449449/444860, ella til Jógvan í Løðuni, tlf. 423031/423021 og Olaf í Garði Joensen 423442 og siga frá. Kostnaður fyri skjalið verður kr. 40,-, peningurin fer til prentingar- og fyrireikingarútreiðslur.