Gunvør Balle er ikki nógv frægari enn Høgni Hoydal, tá kjakið snýr seg um útbúgvingar. Sambært nýggju tingkvinnuni hjá Tjóðveldi er orsøkin til øktu játtanina til hægri útbúgvingar í Føroyum átta mánaða gamla CHE-samgongan, sum fór í spønir av einum lyklarholi!
Eg, eg, eg!
Tað er ein ótrúlig trongd, sum Gunvør Balle og Tjóðveldi hava, tá tað kemur til at taka heiðurin fyri útbúgvingar í Føroyum. Greinin “Tá íløgan gevur 50% avkast” var ikki ætlað sum sjálvprofilering ella marknaðarføring av ABDH samgonguni, tí eg endurgav bara øktu játtanina, sum Setrið hevur fingið seinastu árini. Síðani vísti eg samsvarið millum øktu játtanina og øktu næmingatølini.
“Hetta er støðug og jalig framgongd, tí hon vísir, at politiska skipanin, sum umboðar allar flokkar á tingi, hevur í ávísan mun raðfest útbúgvingar í Føroyum.”
Gunvør Balle verður tískil noydd at ásanna, at Tjóðveldi av sínum eintingum ikki megnar at økja nakra játtan, tí flokkurin verður noyddur at fáa stuðul frá øðrum. Hóast úrslitini hjá Tjóðveldi hava verið góð, hava tey ongantíð havt fleiri enn átta tingfólk í løgtinginum. Harumframt hevur flokkurin ikki verið í samgongu meir enn nakrar fáar mánaðir síðani 2004.
Fólkaflokkurin hevur harafturímóti verið í samgongu í áratíggjur, so tá ið Gunvør Balle kemur við ábreiðslum um, at undirritaði er í skeiva flokki, verður tað sæð sum sjálvrannsakan og neyðarróp, tí landið verður stjórnað av flokkunum í samgongu.
Har hevur Tjóðveldi ikki verið í mong ár!
Tískil loyvi eg mær at siga, at hvørki Gunvør Balle ella Tjóðveldi eiga einsamøll heiðurin fyri øktu játtanina, men allir flokkar á tingi hava sín leiklut í, at játtanin til Setrið er økt.
Óerlig
Undirritaði verður harafturat skýrdur fyri at vera óerligur, men spurningurin er, um Gunvør Balle ikki skal taka í egnan barm fyrst.
Tingkvinnan endurgevur meg fyri at siga, at politkkurin hjá núverandi samgongu er “skynsamasta útbyggingin.” Hatta passar ikki, tí eg segði í greinini “skynsamasta loysnin”.
Tað er stórur munur á orðunum, tí eg mæli í núverandi støðu ikki til at útbyggja Setrið, men harafturímóti nýta tíð og orku uppá nýggju útbúgvingarnar, sum byrjaðu í 2010.
Trupulleikin er ikki játtanin, tí Setrið hevur ongantíð tikið so nógvar næmingar inn sum í ár, men harafturímóti er stóri trupulleikin, at nógvir næmingar á Setrinum gevast, tí útbúgvingin ikki er nóg búgvin. Serliga eru tað yngru floksfelagarnir, sum fara aðrastaðnis at lesa.
Hetta hevur einki við játtanina ella CHE samgonguna at gera, men harafturímóti hevur tað nakað við heildarpakkan hjá Setrinum
Orsøkirnar skal eg ikki koma til her, tí tær verða viðgjørdar í greinarøðini.