Koma til Føroya at kanna stóran eld

Enn er ógreitt hví eldur kom í hjá KJ-Sandblásing við Ljósá seint seinnapartin týsdagin

Enn er greiða ikki fingin á, hví eldur brádliga kom í vinnubygningin hjá KJ-Sandblásing við Ljósá seint seinnapartin týsdagin.

 

Tað var klokkan 17.33 týsdagin at ringt varð til løgregluna at boða frá, at eldur var í vinnubygninginum hjá KJ-Sandblásing við Ljósá. Talan var um so stóran eld, at tað tók yvir fimm tímar hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á støðuni. Løgreglan sigur, at allur bygningurin er ikki brendur, men í tí partinum, sum eldur var í, er skaðin heilt stórur.

 

Løgreglan sigur, at ein maður var til arbeiðis í høllini, tá ið eldur kom í, men hann varnaðist einki fyrr enn eldurin var so stórur, at tað var bara hjá honum at sleppa sær á dyr. Hann hevði roynt at sløkkja við við eldsløkkjara, men tá var eldurin longu so stórur, at tað munaði einki.

 

Teknikarar hjá løgregluni hava verið á staðnum, men hava ikki staðfest orsøkina til eldin. Sostatt koma serfrøðingar úr Danmark nú til Føroya at gera eina roynd at finna út av, hví eldur kom í. Løgreglan sigur, at teir koma higar í næstu viku.