Í summar fekk 19 ára gamli Zion Williamson sín fyrsta sáttmála í yrkiskurvabólti, tá ið hann var valdur at spæla við New Orleans Pelicans.
Men fjepparar hava verið noyddir at bíða eftir at síggja, um ungi maðurin, sum verður róptur tann næsti LeBron James, fer at gera um seg á størsta pallinum, NBA.
Eftir at hava stríðst við skaða síðani hann kom til NBA og New Orleans í summar, var Zion Williamson endiliga á vøllinum í nátt, og tað var vorðið sum fyrsti dystur hjá komandi superstjørnuni.
Tað gekk so sum so í dystinum ímóti San Antonio Spurs, sum vóru á odda 99-91 í seinasta fjórðinginum. Men so fór Zion ígongd.
Fyrst setti hann trý stig í kurvina, og tríggjar minuttir seinni hevði hann fingið sær 17 stig á rað, eftir millum annað tríggjar ferðir trý stig afturat - og New Orleans var á odda 107-106.
Fjeppararnir høvdu fingið eina smakk av komandi stjørnuni, sum nú var sett á bonkin. Ansast skuldi eftir skaðanum.
Høllin í New Orleans var á einum máli: - "We want Zion", var rópt upp í saman, men venjarin, leikarin og læknarnir lótu ikki við seg koma.
Zion Williamson kom ikki á vøllin aftur, og New Orleans Pelicans taptu dystin 121-117.
##med2##