Tað løgna er, at vælvildini bilar eftir øllum at døma einki. Allir flokkar siga seg taka undir við javnstøðu í politikki, og næstan 90% av fólkinum av báðum kynum sigur tað sama. Hetta framgongur av fundum, sum Demokratia hevði við allar flokkarnar í vár, og av eini Gallup-kanning frá januar-februar.
Øll vilja altso politiska javnstøðu, men kortini líkjast vit í so máta burturúr í norðurlendsku familjuni. Vit sleikja botnin við bara 9% kvinnum í løgtinginum og 0% í landsstýrinum, og í kommunustýrisumboðan liggja vit næstniðast. Útbúgvingarstøðinum og royndunum hjá føroyskum kvinnum bagir heldur einki, tvørturímóti. Tað eru longu fleiri ártíggjur, síðan føroysku kvinnurnar av álvara fóru út á arbeiðsmarknaðin, og líka síðan er útbúgvingarstøðið hjá kvinnunum støðugt hækkað. Og rákið sær út til at ætla sær at halda fram – hygg bara at miðnámsskúlunum, sum eru fullir av gentum.
Hvussu ber tað so til, at tá vit bæði hava fortreytirnar og viljan til politiska javnstøðu – um ikki annað nøkulunda – at vit eru so ekstremt aftarliga? Demokratia hevur ikki Tað Endaliga Svarið. Men byrjanin til loysnina er at seta spurningar.
Ein spurningur er, hvørt tað er rættari at brúka sítt fulla potentiali ella bara uml. helvtina. Svarið er sjálvandi tað fyrra, fyrr var illa. Men tað føroyska samfelagið brúkar (næstan) bara mannligu helvtina har, sum avgerðir, sum raka stórar partar av samfelagnum, verða tiknar, t.d. í politikki og í vinnulívinum. Tað vil siga, at tann vitan og tær royndir, sum búgva í kvinnuligu helvtini, ikki koma samfelagnum – tvs. okkum øllum – til góðar í nóg stóran mun. Er hetta rætt?
Ein annar er orsøk-virkningur spurningurin. Ofta er at hoyra, at kvinnurnar mugu sjálvar um, um tær tíma og vilja fáast við politikk ella ikki. Um tær ikki tíma og vilja, skulu tær ikki noyðast. Punktum – hvør skal siga, friður veri við tí, og so tosa vit ikki meira um tað. Men er tað nú eitt serliga sunt samfelagstekin, at fáir borgarar hava áhuga í politikki? Er eyðkennið fyri eitt vælvirkandi demokrati ikki nettupp nógvir engageraðir og aktivir borgarar úr øllum samfelagsbólkum? Tá so fáir borgarar úr kvinnuligu helvtini stilla upp, og enn færri verða valdar hóast frálíku fortreytirnar og breiðu vælvildina, er so ikki okkurt galið onkrastaðni? Hvørjum er tað galið við - kvinnunum sjálvum, veljarunum, valskipanini, flokkunum og/ella onkrum meiri yvirskipaðum og fløktum mekanismum?
Ein triði er gapið millum teori og praksis. Sum nevnt er ein stórur meiriluti fyri politiskari javnstøðu, bæði í flokkunum og millum fólkið. Men eingin flokkur hevur nakra samlaða javnstøðuætlan. Tað er annars universelt galdandi, at tá man hevur eitt problem – stórt ella lítið - so byrjar man við at definera og formulera tað. 2. stig er at finna uppskot til loysnir, og 3. stig er at handla, at føra loysnirnar út í lívið. Virka tær ikki, finnur man upp á okkurt nýtt. Inntil problemið er loyst. Hesa prosess eru vit vitni til hvønn dag, eisini í politiska lívinum. Tunnlar, roykiforboð, skattalætti, bygging av røktarheimum osfr. – einki kemur av sær sjálvum; alt er úrslit av, at onkur fyrst hevur hugsað ein tanka, sett sær hann sum mál og ført tað út í lívið.
Fráverandi javnstøðan í politikki verður ikki definerað sum eitt problem av sitandi myndugleikum. Tá teir verða spurdir, svara teir jú, men er tað bara fyri at vera politskt korrektir? Var tað eisini politisk korrektheit, sum fekk løgtingið at skriva undir CEDAW-sáttmálan í 1987 og at seta eina nevnd fyri øktum kvinnuleikluti í politikki (Demokratia) í 2006? Hvat er annars gjørt við spurningin millum 1987 og 2006? Er ætlanin at parkera spurningin hjá Demokratiu í formi av einum áliti, sum verður sett í eina reol at savna støv? Tí eingin við einum sindri av skili fyri pengum kann í álvara meina, at Demokratia kann flyta fjøll fyri nakrar heilt fáar hundraðtúsund kr. um árið í 1½ ár? Útnorðurráðið mælti í 1999 til í minsta lagi 500.000 kr. í 5 ár, skuldi nevndin gera nakran mun. Tá tað í so gyltum fíggjarligum tíðum sum nú ikki verður mett at vera ráð til meira, nær verður tað so? Og hvat er meinigin so? At pynta upp á CEDAW-próvtøkuavrikið í 2008? Men Demokratia kann ikki vera eitt endamál í sær sjálvari, ha?
Spurningarnir eru nógvir, men Demokratia kann ikki loysa teir allar einsamøll, og so yvirhøvur ikki við síni ússaligu játtan og stokkutu lívsløtu. Nevndin kann vera við til at varpa ljós á spurningar, definera og formulera teir og kasta teir út – men í hinum endanum má onkur hjálpa til við at lofta teimum, varðveita lívið í teimum, finna loysnir og føra tær út í lívið.
Her kemur Gallup-kanningin inn við einum interessantum svari. Heili 74% taka undir við, at politisku flokkarnir skuldu hildið átøk fyri at vaksa um áhugan hjá kvinnum í at luttaka í politikki. Og teir siga seg jú eisini ganga inn fyri javnstøðu. Íðan, so er bara um at koma í gongd, ikki sannheit? At seta sær hetta sum mál, akkurát sum so nógv annað. Tá tað ber til at fáa fólk at renna fyri lívinum og vera fyri ella ímóti einum tunnli ella valdømi, ber eisini til at fáa tey við upp á at praktisera politiska javnstøðu, serliga tá tey í teoriini longu frammaundan taka undir við tí. 26% av kvinnunum og 12% av monnunum valdu sambært Gallup-kanningini eina kvinnu til løgtingsvalið 2004. Her er jú ikki heilt samsvar millum orð og gerðir. Men tað ber sum sagt til at gera nakað við. Ikki at tað er lætt – men tað er nú heldur ikki heilt ómøguligt.
Demokratia mælir tí flokkunum til:
at orða eina javnstøðuætlan fyri flokkin, at seta ítøkilig málatarbeiða meira miðvíst við javnstøðu innanfloks og í sambandi við uppstilling o.ø.
at arbeiða støðugt og alla tíðina við at økja áhugan hjá kvinnum fyri politikki
at greiða veljarunum frá, hvat teir vilja (valskrá) virka fyri í sambandi við javnstøðu í samfelagnum sum heild