Komikari royndi at gera av við seg við 9 knívstungum

Amerikanski komikarin Artie Lange varð funnin í einum blóðhyli, eftir at hann hevði roynt at taka sítt egna lív við einum køksknívi fríggjadagin í síðstu viku. Góði vinur hansara og viðvertur, Howard Stern sigur, at Artie stríðist við nøkrum álvarsligum innaru demonum.

 

Tað var mamma 42 ára gamla Artie, ið fann hann við ongum viti í einum blóðhyli í hansara egna heimi og fekk hann innlagdan.

 

Artie Lange er mest kendur frá útvarpssendingini ?The Howard Stern Show? og frá sjónvarpssendingini ?MADtv?.

 

Í fyrsta umfari varð onki sagt um, hví hann fór á sjúkrahúsið, men nú váttar løgreglan yvir fyri AP, at hann royndi at beina fyri sær, skrivar USA Today.

 

Lange hevði royna at taka sítt egna lív við at stinga seg sjálvan í búkin 9 ferðir við einum køksknívi, ið var 33 cm langur. Hann var svímaður men andaði, tá hann varð koyrdur á sjúkrahúsið, har læknarnir fóru í holt við at skera hann.

 

Sambært USA Today hevur Lange áður havt sálarligar trupulleikar og verið innlagdur til avvenjingar fleiri ferðir.

 

- Eg hevði ein heroin-trupulleika. Og er havi verið rúsevnafríur síðan apríl, segði Lange í einum blaðviðtali við The Post í oktobur í fjør.

 

Howard Stern er í øðini um, at søgan um hansara góða vin og hansara desperata róp um hjálp, ið var um at kosta honum lívið, er komin út.

 

Stern heldur tað vera eitt familjumál. Og tað er nakað, ið hevur ávirkað hann nógv.

 

- Eg arbeiði saman við Artie. Eg elski Artie. Øll hava teirra trupulleikar at berjast við, og eisini eg, men hann stríðist við nøkrum sera álvarssligum. Tá ið eg hoyrdi tíðindini, var tað næstan ov nógv fyri meg, sigur hann smbært CBS News.

 

kelda: ekstrabladet.dk