STARV
Síðst í oktober mánað í fjør varð almannakunngjørt, at Kristian Davidsen var settur í starv sum stjóri á Strandfaraskipum Landsins. Hann tekur við starvinum eftir Reidar Nónfjall, sum óvæntað segði seg úr starvi.
2. januar var fyrsti arbeiðsdagur hjá Kristiani í nýggja starvinum. Hann er kanska enn rímiliga ókendur millum manna, men eitt starv av hesum slagnum plagar at fáa umrøðu.
Hetta er kortini nakað, sum Kristian roknar við.
?Tú mást góðtaka tað rokaliga við starvinum. Vit skulu fyrst og fremst liva innanfyri fíggjarligu og politisku karmarnar, og tað verður so mín uppgáva at royna at fáa viðvind á leiðini, segði Kristian Davidsen, tá Sosialurin hevði prát við í sambandi við almannakunngerðingina av starvssetanini.
Hann kemur úr Danmark, og hann og konan og sonurin fluttu til Føroya miðskeiðis í desember mánað, og tey vera í framtíðini fastbúgvandi í Føroyum.
Hann starvaðist hjá Ericsson, áðrenn hann legði leiðina til Føroya. Nú hann er komin, so er alt í alstóran mun, sum hann hevði roknað við á nýggja starvsstaðnum.
?Eg havi fingið eitt positivt inntryk av stovninum. Tað var einki sjokk at koma her, og alt er stórt sæð, sum eg hevði roknað við.
Her verða sett nógv krøv, men her eru eisini góðir møguleikar, sigur Kristian Davidsen.
Ein munur, hann skal venja seg við í mun til sítt gamla starv, er áhugin frá fjølmiðlunum. Hesin var eingin fyri hansara persóni í tí gamla starvinum, men nú er støðan ein onnur.
Kristian Davidsen sær starvi sum stjóri fyri Strandferðsluna sum eina spennandi avbjóðing.
?Eg meti hetta starvið sum eina ógvuliga stóra avbjóðing. Í veruleikanum liggur hetta starvið ikki so langt frá tí, eg havi gjørt hjá Ericsson, sigur Kristian Davidsen.
Lyklaorðið hjá nýggja stjóranum er tænasta ? Strandferðslan skal kunna veita fullgóðar tænastur á øllum økjum.
Í desember var hann og kunnaði seg um umstøðurnar á Strandferðsluni, og hann og Reidar Nónfjall nýttu tað mesta av einum degi til yvirføra vitan og kunnleika um Strandferðsluna.
36 ár
Annars er tað at siga um nýggja stjóran, at hann er 36 ára gamal, og hann er úr Havn og er sonur Hjalgrím og Hedvig Davidsen. Hann er giftur við Hildur, sum er ættað av Toftum. Saman eiga tey sjey ára gamla sonin Hjalgrím.
Nýggi strandferðslustjórin er útbúgving sivilverkfrøðingur í Keypmannahavn. Hansara sergrein er innanfyri telesamskifti. Afturat verkfrøðingaútbúgvingini hevur Kristian eisini tikið HD í organisatión (skipanarfrøði).
Seinastu sjey árini hevur hann starvast hjá Ericsson sum leiðari fyri eina deild,ið fæst við kundatænastu í Skandinavia og Baltisku londunum.
Áðrenn hann byrjaði at starvast hjá Ericsson, arbeiddi hann í Føroyum hjá Føroya Tele, og hann undirvísti eisini eitt skifti á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.