Kommuna letur borgarum brillur til sólarmyrking

Skálavíkar kommuna hevur keypt øllum borgarum brillur til partvísa sólarmyrking, og billurnar kunnu heintast seimapartin hin 11. august

- Í samband við partvís sólarmyrkingina 12. august, hevur Skálavíkar kommuna keypt øllum borgarum brillur.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Skálavíkar kommunu.

 

Her verður eisini víst á, at partvísa sólarmynrkingin byrjar klokkan 17.56, er størst klokkan 18.54 og endar klokkan 19.50.

 

- Varandi tíð er ein tími og 54 minuttir tilsamans, verður lagt aftrat.

 

Á Facebook-vanganum sigur kommunan, at brillurnar kunnu heintast á kommunuskrivstovuni týsdagin 11. august frá 15.30 til 17.30.