Tíðindaskriv:
Umhvørvispolitikkur fyri Tórshavnar kommunu – Tín meining hevur týdning!
Borgarafundur í Perluni um umhvørvispolitikk 13. mars kl. 19
Umhvørvið skal vera reinari og grønari. CO2-útlátið skal minka. Djór, plantur og menniskju skulu trívast. Og vit skulu liva í samljóði við mørkini hjá okkara gongustjørnu.
Men hvussu gera vit hetta?
Tað vilja vit fegin hoyra tína hugsan um.
Í sambandi við at Tórshavnar kommuna er í ferð við at gera nýggjan umhvørvispolitikk, verður borgarafundur í Perluni hóskvøldið 13. mars.
Endamálið við fundinum er at hoyra, hvat borgararnir í Tórshavnar kommunu halda vera týdningarmikið at fáa við í ein umhvørvispolitikk. Hvørji átøk skulu til fyri at tryggja eitt betri umhvørvi? Hvat kunnu vit sjálvi gera, og hvør er uppgávan hjá kommununi? Hvussu kann Tórshavnar kommuna gerast millum grønastu kommunur í Norðurlondum? Hvar liggja møguleikarnir, og hvar eru avbjóðingarnar?
Ein arbeiðsbólkur varð fyrr í ár settur at orða umhvørvispolitikkin, og eftir ætlan skal arbeiðið vera liðugt í heyst.
Skráin fyri fundin í Perluni:
-Elsa Berg, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
-Umboð fyri arbeiðsbólkin kunna um arbeiðið við umhvørvispolitikkinum
-Orðið er frítt
-Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, greiðir frá arbeiðinum við umhvørvispolitikkinum frameftir
Ger tína rødd galdandi og kom á borgarafund í Perluni 13. mars klokkan 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.