Kommunan og landsstýrismaðurin fingu "nøs"

Løgtingsins umboðsmaður hevur gjørt sína niðurstøðu í kæruni, sum Føroya Pedagogfelag reisti í samband við viðgerðina av málinum um leiðaran fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri

Átala

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen, sigur seg fegnast um úrslitið av kæruni, sum felagið fyri nøkrum mánaðum síðan reisti yvirfyri løgtingsins umboðsmanni í málinum um leiðaran fyri Frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Felagið avgjørdi at kæra Tvøroyrar kommunu og Hans Paula Strøm, landsstýrismann, fyri málsviðgerðina av hesum máli.
- Umboðsmaðurin hevur nú skrivað álit í málinum, og niðurstøðan er ein lemjandi ábreiðsla móti kommununi og landsstýrismanninum, sigur Jarvin F. Hansen.

Ógildug setan

- Staðfest verður í álitinum hjá umboðsmanninum, at avgerðin um at seta annan umsøkjara enn lim okkara í starv var ógildug, og at málsviðgerðin hjá Tvøroyrar kommunu var so óforsvarlig, at umboðsmaðurin gevur kommununi eina sera álvarsliga átalu.
Jarvin sigur, at Føroya Pedagogfelag fegnast um nevndu niðurstøður.
- Hetta prógvar, at felagið hevði rætt í sínum sjónarmiðum. Hinvegin harmast vit um, at hvørki kommunan ella landsstýrismaðurin tykjast hava virðing fyri galdandi lóggávu.
Vegna Føroya Pedagogfelag heldur Jarvin F. Hansen tað vera burtur við, at neyðugt skal vera at fara til løgtingsins umboðsmann við tílíkum málum, har lógin annars er púra greið.