Tummas Løkjá
----
Vit borgarar í Føroyum eru sera góðir við okkara heimstað soleingi vit búgva har, og so sanniliga eisini, um vit fara arðarvegir at búgva.
Men, men, lokalpatriotisman hon hevur ein ávísan hug at flyta til tann nýggja bústaðin við okkum, so at vit ofta eru størri lokalpatriotar á tí nýggja bústaðinum enn á tí har vit vóru uppfostrað.
Dømini eru mong hygg bara runt um í landinum, so eru tey so sjónsk, at tú valla kann umgangast at síggja tey.
Alt gott um tað.
Nú skula allir borgarar við valrætti til at taka støðu til, um kommunusamanlegging skal fara fram í teim ymisku økjunum, sum eru strikað upp av landsmyndugleikunum, tann triðja mai í ár.
Møguleikarnir eru »JA ELLA NEI« atkvøðast kann um fyri títt økið, og úrslitið verður helst ivasamt, um tað kann brúkast til nakað sum helst.
Tá ið ein hyggur eftir Føroyum í dag, so eru 80% av landinum saman bundin, tað skuldi væl givið okkum nakað at hugsa um í kommunusamanhangi.
Um 48.000 sálir búgva her, og tær allar flestu í tí samanbundna partinum av landinum.
Hevði tað ikki verið nærliggjandi, at landið bleiv ein kommuna, tá nú vit ikki eru fleiri enn hesar 48.000 sálirnar, tað skuldi ikki verið so ringt at gjørt upp við tann kensluliga partin av hesi avgerð, sjálvt um hon kann sýnast nokkso næsadjørv í fyrstu atløgu. Men sum frálíður hevði tann avgerðin tant landsins borgarum sum heild mikið betur enn, at hava fleiri kommunur.
Eitt væl skipa innlendismálará, við tí til eina og hvørja tí verðandi landstýrisfólkið sum borgarstjóra í kommununi Føroyar.
Øll hini embætisverkini eru jú har longu, almanna, heilsu, menta, umhvørvismálaráð osv.
Kann illa hugsa mær, at tað skuldi blivið ein verri tænasta til borgaran við tað, at allar tænastur eru á einum stað, og so ikki at tala um at vit liva í eini talgildari tí, hvar ið boðini ganga skjótt hvønn vegin. Í teimum førum har sambandi ikki er nøktandi, ja so er bara tann eini stovnurin at fara til.
Hvat viðvíkur teimum teknisku málum, sum kommunurnar fáast við í dag, so er landsverkstovnurin upplagdur, til at verða úbygdur til at yvurtakað hesar upp gávur.
Støddin á samfelagnum sum heild ger tað til ein ivaspurning um kommunalar og lands uppgávur í okkara føri ikki eru tær somu, so at skúla, heilsu, almmanamál, eru ein eind, og ikki tann fløkja tey eru í dag, hvar eingin veit hvat er hvat og hvør skal hvat. Ein greiðan másetning fyri hasi mál: borgarans trivnaður og vælferð eru alt tað, taðsnýr seg um!
Hvat viðvíkur teim reint lokalu málunum, so er neyðugt við lokalum nevndum av minni stødd til, so sum, vatn og hegnsýn, og staðkendan kunnleika til rágevin um byggilendi oa.slíkt av reint lokalum slag.
Umsitingarliga høvdu Føroyar verði nógv lættari fýggjarliga og umsitingarliga at rikið.
Og so tað at alt landi hevið eitt og sama skatta prosent, allir borgarar javnt stillaðir.
Har við kundi tað eisini viðvirka til meiri framfísni,úti um landi.
Tað skerst nokk ikki burtur, at tað fer at svíða í, hjá nógvum av lokalpolittikarunum, men tað hevði fari at laga seg, sum fráleið.
Og hvat kunna vit brúka komunalpolittikara klandri, í millum bygdir og býir til? Undirhald og sjálvsprofilering, uppøsan av viðhaldsfókið, nógv annað kemur ikki burtur úr!
Óvist var ikki, at tað hevði komi meiri av skafti, um Føroyar vóru ein kommuna.
Tó, so bláoygdur eri eg ikki at, alt bleiv eitt himmiríkið av hesum, men verri enn tað er nú, hevði tað so víst ikki verði.
Tí eftir lýsið eg møguleikanum, at borgarar fáa møguleikan at siga sína hugsan um hendan her umrødda spurning.