Kommunubúskapurin er ikki trupulleikin

Heðin Mortensen, Stýrisformaður, Kommunusamskipan Føroya

Sambært frágreiðing Búskaparráðsins fyri 2006 er íløguhugurin og útreiðslurnar hjá kommununum høvuðsvandamál í føroyska búskapinum í løtuni.

Kommunurnar kenna sær ikki hógv og yvirhita búskapin. Við spekulativum útrokningum um hvussu nógv, ið kommunurnar nú hava møguleika at skuldarbinda seg fyri uttan góðkenning frá landsstýrinum, mælir Búskaparráðið til, at kommunurnar í framtíðini skulu undir felags fíggjarkarm við landskassan til tess at fáa tamarhald á kommunubúskapinum.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, tók í útvarpstíðindunum tráðin upp. Høvuðsboðskapurin var, at í kommununum er eingin fíggjarlig stýring, og – enn verri – landið hevur eingi amboð at stýra og tálma kommunalu útreiðslunum við.

Kommunusamskipan Føroya ógvast við hesar illgitingar um fíggjarligt ábyrgdarloysi úti í kommununum, og at tað eru kommunurnar, sum nú skulu hava ábyrgdina av yvirhitaðum føroyskum búskapi.

Fyri tað fyrsta er at siga, at øll fíggjarviðurskifti í kommununum eru skipað sambært lógum og reglum, sum landsstýrið hevur eftirlit við, og hetta er tað, ið kommunurnar hava at halda seg til.

Men tað er rætt, at samlaðu kommunalu útreiðslurnar eru hækkaðar síðstu árini. Hetta hongur tó neyvt saman við, at kommunalu uppgávurnar eisini eru vaksnar. Eitt nú er dagstovnaøkið og barnaverndarøkið lagt út til kommunurnar, og kommunurnar hava gjørt sær stóran ómak at skipa og menna hesi øki til at lúka lógarásettu tænastukrøvini bæði við starvsfólki og bygningum.

Kommunurnar hava síðstu árini goldið niður skuld og flestu teirra hava nú fingið eitt fíggjarligt rásarúm, sum tær við skynsemi kunnu brúka til íløgur. Men tað er ikki rætt, at kommunalu íløgurnar eru vaksnar munandi undanfarnu árini.

Tað er tó samstundis ein sannroynd, at landið áhaldandi áleggur kommununum nýggjar útreiðslur, harav fleiri krevja munandi íløgur innan stutt áramál. Harafturat koma allar tær útreiðslur, sum landið á hvørjum ári sleppur sær undan, og sum kommunurnar tí sjálvbodnar noyðast at taka á seg.

At tað sostatt ikki er samanhangur millum fíggjar- og búskaparpolitikkin og lóggávuarbeiðið hjá landsstýrinum annars á ymsu málsøkjunum, tað er ikki nakað, ið kann lastast kommununum fyri.

Kommunusamskipan Føroya metir, at tað er verandi ógreiða uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur, sum á ongan hátt er fremjandi fyri útreiðslustýringina í kommununum. At fingið hetta greitt og skipað hevur nógv størri týdning fyri føroyska samfelagið heldur enn at binda kommunala sjálvræðið niður í ein fíggjarkarm hjá landsstýrinum, ið kommunurnar lítla ávirkan fáa á.

Tórshavn, 8. desember 2006