Kommunubygnaður í Suðuroynni

Við feitari yvirskift stóð at lesa í Sosialinum tann 19. februar: ” Vágbingar vilja ikki ganga í takt”.

At onkur viðmerking til málið um kommunusamanlegging í Suðuroy kom frá blaðmanninum, sum møtti á býráðsfundinum tann 18. feb, var væntandi, men at tíðindini vóru so neilig, er sera harmuligt.

Í tveimum undanfarnum valskeiðum hevur Vágs býráð samtykt, at skal Suðuroyggin leggja saman, so skal tað gerast í tvær kommunur.

At tað á síðsta býráðsfundi varð samtykt, at Vágs býráð vil vera við at seta ein arbeiðsbólk at kanna fyrimunir og vansar við einari ella tveimum kommunum í Suðuroynni, meti eg sum eitt stórt framstig.

Í politikki er rættiliga ofta soleiðis, at mál skulu hava tíð til at búnast. Soleiðis síggi eg eisini hetta mál. Frá bert at ganga við til tvær kommunur í Suðuroynni, vil Vágs býráð nú vera við til at fáa greina og lýst fyrimunir og vansar við einari -og somuleiðis tveimum kommunum.

Hetta er ikki meira enn rímuligt.

Í 2006 var fólkaatkvøðugreiðsla í Vági um kommunusamanleggingar. Meirilutin av veljarunum vóru fyri, at Suðuroyggin skal leggja saman í tvær kommunur. Fyri at gera sær vón um, at veljarin kann taka eina sakliga støðu, má upplýsing og útgreining til. Og tað er tað býráðið vil, soleiðis at grundarlagið fyri støðutakanini er so gott sum gjørligt.

Sjálv havi eg sagt frá, at eg eri fyri at leggja kommunurnar í oynni saman í eina kommunu, og at eg meti tað neyðugt, at ein sáttmáli er væl útgreinaður, áðrenn stigið verður tikið. Havi ongan trupulleika av, at fyrimunir og vansar við tveimum kommunum somuleiðis verða kannaðir. Hetta vil bert geva borgarunum eitt enn betri grundarlag fyri at taka støðu.

 

Á sama býráðsfundi vóru 13 onnur mál á skránni. Okkurt av hesum hevði verið áhugavert hjá lesarunum at frætt um. T.d leigumál við Arbeiðsmannafelagið Framtíðina um hølir til Musikkskúlan -og harafturat játtan til útgerð til sama - og tilsøgn um at vera við í projektering av eftirskúla í Hvalba. Hesi mál høvdu ongan áhuga hjá blaðmanninum.

Við tílíkum tíðindaflutningi má ásannast, at fjølmiðlarnir ikki leggja nakað jaligt íkast til samanleggingartilgongdina, men heldur dyrka ósemjurnar, dyrka frástøðuna millum partarnar.