Sakførarin hjá kommunulækanum, sum bleiv dømdur í Føroya Rætti í dag, Bjørn á Heygum, sigur at teir eru ikki nøgdir við dómin, sum fall í dag.
Tískil hava teir avgjørt longu nú, at teir fara at kæra dómin.
Kommunulæknin, ið var ákærdur fyri kynsligan ágang móti kvinnum, sum hann hevði havt í viðtalu, var dømdur 18 mánaðar fongsul í Føroya Rætti í dag. Umframt tað skal hann rinda 104.000 krónur í endurgjaldi tilsamans og missir eisini loyvið at virka sum lækni.
Les eisini: Kommunulækni í Føroyum skuldsettur fyri kynsligan ágang
Les eisini: Kommunulækni kannast fyri kynsligan ágang
Les eisini: 13 hava nú melda
Les eisini: Dómurin fallin: Læknin í fongsul