Hósmorgunin fara allir kommunulæknar í landinum í verkfall, boðar Kommunulæknafelagið frá í dag.
Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið eru í samráðingum um ein nýggjan sáttmála, og kommunulæknarnir boðaðu tíðliga frá, at sáttmálanum kravdi munandi ábøtur.
Verandi sáttmáli er frá 2008 við smærri broytingum í 2010, men síðani hevur sáttmálin verið órørdur.
Kommunulæknafelagið fekk eitt uppskot til nýggjan sáttmála frá Fíggjarmálaráðnum í gjár, men hevur í dag avgjørt at vraka tað og boða frá verkfalli, galdandi frá hósmorgni.
- Kommunulæknarnir mugu tíverri staðfesta , at vilji ikki enn er til at bøta um sáttmálaviðurskiftini og harvið at fáa fleiri fastar kommunulæknar í starv og á tann hátt betra kvalitetin í arbeiði okkara, skrivar felagið.
Kommunulæknafelagið vísir á, at eitt av uppskotunum hjá Fíggjarmálaráðnum er at niðurleggja eina læknavakt í miðøkinum. Tað fer at gera tænastuna til borgararnar verri, vísir Kommunulæknafelagið á.
- Tað kann als ikki góðtakast. Tað, vit higartil hava sæð er í ov stóran mun manglandi vilji og eitt ynski um at ”pressa citrónina enn meira”. Tað góðtaka vit ikki, skrivar Kommunulæknafelagið í tíðindaskrivi.
Tí fara allir kommunulæknar í landinum í verkfall hósmorgunin klokkan átta. Tað er galdandi bæði fyri arbeiði í dagtíð og úrtíð, sigur felagið.