KSF var umboðað av Jógvan Krosslá, stýrisformanni, Jens M. Poulsen, starvsbólkaformanni og Kára Thorsteinsson, skrivara.
FKF var umboðað av Jacob Vestergaard, formanni og Sveiney Sverrisdóttir, skrivara.
Tosað varð um ymisk kommunal viðurskifti við tí fyri eyga at samstarva um hesi og onnur felags viðurskifti. Endamálið var eisini at finna fram til, hvussu langt eitt samstarv kann náast við tí fyri eyga at kunna leggja feløgini saman í eitt kommunufelag.
Feløgini vóru samd um, at ymsar forðingar vóru fyri beinleiðis samanlegging av feløgunum, tí spennið í fólkatalinum í kommununum er stórt og virðing fyri hesi staðroynd haltar, men at tað ber til at arbeiða fram ímóti einum felag við samstarvi á so mongum økjum, sum gjørligt.
Á fundinum viðgjørdi feløgini eisini spurningin um kommunurnar skulu deila uppgávur við landið, um uppgávur, sum landið kann leggja út til kommunurnar at umsita og hava ábyrgd av, um hvat skal til fyri at kunna yvirtaka kommunalar uppgávur, sum landið fyrisitur og eisini varð tosað um íløgukarmar hjá kommununum.
Formenninir eru samdir í, at feløgini í nógv størri mun eiga at tosa saman um felags áhugamál og miða fram móti at samansjóða sjónarmiðini hjá feløgunum, áðrenn farið verður undir samráðingar við aðrar partar m.a. við landsmyndugleikarnar.
Feløgini eru samd um at hittast aftur í heyst at arbeiða víðari við ætlanini um samstarv á so mongum økjum sum gjørligt til gagns fyri allar kommunurnar.
¨??????????????
Kommunusamskipan Føroya - Føroya Kommunufelag/
Jógvan Krosslá, formaður Jacob Vestergaard, formaður