– 2012 varð triðja árið á rað, at føroysku kommunurnar samanlagt høvdu eitt positivt RLÚ-úrslit. Tað er úrslit eftir rakstur-, løgu- og útlánsvirksemi hjá kommununum.
Tað skrivar Fíggjarmálaráðið í dag. Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt og sent landsstýrinum ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni. Fíggjarmálaráðið hevur nú gjørt eina uppgerð av ársroknskapunum fyri 2012, ið vísir at kommunurnar samanlagt høvdu eitt RLÚ-avlop uppá knappar 24 milliónir krónur.
Sambært uppgerðini øktist raksturin við 3,4 prosentum frá 2011 til 2012 og útreiðslurnar til løgur øktust við 1,2 prosent. Kommunala nettoskuldin minkaði við 26 milliónir krónur og er nú 487 milliónir krónur.
Í 2012 vóru kommunalu rakstrarútreiðslurnar 1,1 milliard krónur, og kommunurnar høvdu útreiðslur til løgur fyri tilsamans 346 milliónir krónur. Rentuútreiðslurnar vóru 41 milliónir krónur, ið er 6,4 prosent lægri enn í 2011. Samlaða úrslitið hjá øllum kommununum var knappar 24 milliónir krónur í avlopi, samanborið við knappar 29 milliónir krónur í 2011.
Frágreiðingin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir m.a. eisini, at størstu hallini í 2012 vóru hjá Vestmanna kommunu, Tvøroyrar kommunu og hjá Eystur kommunu, og at størstu avlopini vóru hjá Tórshavnar kommunu og hjá Klaksvíkar kommunu.
– Fyri fimm árum síðani vóru níggju kommunur, ið høvdu eina nettoskuld oman fyri lógarkravda markið. Nú eru tær bert fýra í tali, so tað er at fegnast um, at pílarnir í kommunala búskapinum peika rætta vegin, og at kommunurnar samanlagt hava avlop á rakstrinum triðja ári á rað, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.