Kommunurnar gjørt íløgur fyri 2,5 milliardir

Hesi seinastu fimm árini hava føroysku kommunurnar gjørt íløgur fyri góðar 2,5 milliardir krónur. Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt.

Í miðal svarar tað til, at kommunurnar hvørt ár brúka góðar 10.000 krónur fyri hvønn borgara til at byggja fyri.

Tórshavnar kommuna og komunurnar í Eysturoy hava í miðal gjørt íløgur fyri yvir 12.000 krónur um árið fyri hvønn borgara seinastu fimm árini.

Nakað minni íløguvirksemi hevur verið í Norðoyggjum, Vágum, Norðstreymoy og Sundalagnum.

Í Suðuroy eru íløgurnar bara triðingur av miðalíløgunum hjá hinum kommununum og á Sandoynni umleið helvtin.

Tað er rættiliga ymiskt frá øki til øki, hvat íløgurnar fara til.

Av øllum íløgunum fór ein triðingur til skúla og mentan tíðarskeiðið tey fimm árini frá 2005 til 2009.

Í Sandoy bleiv góð helvtin brúkt til skúla- og mentamál, men tað er ikki í øllum økjum at hetta fyllur mest.

Í Norðoyggjum vóru tað íløgurnar í havnagerð, samferðslu og kommunal virkir sum fór við størsta partinum, men í Vágum vóru tað almanna- og heilsumál, sum fyltu mest og í Suðuroy vóru tað gøtur og vegir og annað kommunalt virksemi, ssum fóru við størsta partinum.

À talvuni sæst, hvussu nógvar iløgur, kommunurnar í teimum ymsu økjunum hava gjørt fyri hvønn borgara og hvørji endamál íløgurnar eru farnar til.