Kommunurnar klára ikki at umsita fólkaskúlan

- Verður fólkaskúlin lagdir undir kommunurnar at verða umsiting, verður tað eitt bakkast.

Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

- Kommunurnar eru ikki førar fyri at umsita fólkaskúlan, tí nógvar hava so veika umsiting, sigur hann.

Hann leggur afturat, at verður fólkaskúlin lagdur undir kommunurnar, fara øll átøk úr Mentamálaráðnum um fólkaskúlan, at fáa kaldliga móttøku, tí kommunurnar vilja ikki hava harraboð frá landsmyndugleikunum á einum øki, sum tær sjálvar hava ræði á.

- Tað ber ikki til í einum so lítlum landi sum okkara, at vit ikki hava ein yvirskipaðan myndugleika, sum setir út í kortið, og sum eisini hevur myndugleika og fígging at seta neyðug átøk í gongd, sigur formaðurin í Lærarafelagnum við Skúlablaðið.

- Sjálvandi er fólkaskúlin tengdur at búskapar- og fíggjarstøðuni í landinum, men verður hann knýttur at fíggjarstøðuni hjá 30 einstøkum kommunum, verður óvissan og ójavnin munandi størri.

Hann heldur, at verður skúlin lagdur undir kommunurnar, er veruliga endamálið, at kommunurnar sjálvar skulu at niðurleggja skúlar fyri at spara.

Hinvegin hevur Lærarafelagið í fleiri ár bjóðað seg til at viðgera spurningin um størri skúlaøki.

Men treytin er, at virðiligar loysnir verða funnar fyri lærararnar, sum hetta rakar. - Sjálvsagt góðtaka vit ikki, at samanleggingar og niðurleggingar hava við sær, at lærarar enda í arbeiðsloysi, sigur Herálvur Joensen við Skúlablaðið.