Kommunurnar missa 93 milliónir

Verða pensjónirnar skattaðar við inngjald, fara føroysku kommunurnar at missa 93 milliónir í kommunuskatti næsta ár.

Tað hevur Eyðgunn Samuelsen, limur í fíggjarnevndini í Løgtinginum, upplýst í Løgtinginum, beint nú.

Orsøkin til tað er, at samgongan ætlar, at allur skatturin av pensjónsinngjaldinum, skal í landskassan og at kommunurnar tískil ikki skulu hava nakað av tí skattinum.

Eyðgunn Samuelsen upplýsti, at eitt umboð fyri kommunufelagsskapirnir hevði ført fram í Fíggjarnevndini, at kommunurnar fáa sín part av tí skatti, sum skatturin av pensjónsinngjaldinum fer at geva.

- Tað kunnu kommunurnar brúka til at lækka kommunuskattin og tað hevði verið ein skattalætti, sum vendi sosialt rætt, helt Eyðgunn Samuelsen.

Brandur Sandoy, sum er borgarstjóri á Sandi, er ikki samdur í hesari útlegging.

Hann sigur, at hetta er ikki peningur, sum kommunurnar missa, tí hetta er peningur, sum kommunurnar ikki høvdu fingið undir nøkrum umstøðum kortini.