Kommunurnar missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar

Hvat mark heldur løgmaður, at grundlógin og stýrisskipanarlógin seta fyri uppílegging frá landsins síðu í viðurskiftini hjá kommunum, vil Heðin Mortensen hava at vita frá løgmanni

Ólavur í Beiti


Og í seinna spurningi spyr Heðin Mortensen, løgtingsmaður, um fyrilit eru tikin fyri tí Europeiska sáttmálanum um lokalt sjálvræði, tá viðvíkur kommuálitinum, kommunulógini, kommunuvallógini, íløgumarkinum hjá kommunum og eftirlitinum við kommunum?

Í viðmerkingunum sigur Heðin Mortensen, at Stýrisskipanarlógin sigur okkum, at tað lokala samfelagið hevur ein rætt at skipa egin viðurskifti.

? Hesin rættur kann útinnast undir eftirliti frá landsstýrinum og eftir nærri ásetingum í løgtingslóg. Men hesin rættur er eingin rættur, um hann verður stikaður inni í ein tronga. Fáa kommunurnar so stutt boð, at tær ikki fáa røkt sínar skyldur mótvegis borgarunum, ikki skipað egin viðurskifti á ein skilagóðan og miðvísan hátt, er brot framt á stýrisskipanarlógina.


Alskyns broytingar

? Í donskum rætti verður hildið, at landið kann avmarka, men ikki taka av kommunala sjálvræðið. Men tá nú landsstýrið fremur alskyns broytingar í tí veruliga valdsbýtinum millum land og kommunur, mugu vit spyrja, um ikki løgmaður og landsstýrið gera seg inn á stýrisskipanarlógina.

? Tí við at seta mark fyri kommunalum íløgum ? uttan nakra skilagóða frágreiðing um, hvussu komið er fram til upphæddina ? við at áleggja kommunum uppgávur uttan samstundis at lata kommunurnar fáa samsvarandi størri part av skattainntøkunum, við at broyta kommunlógina eftir útlendskari fyrimynd, við at broyta kommunuvallóg, eftir at uppstillingin er gjørd, við at taka av skúlanevndirnar í óðum verkum ? við øllum hesum og øðrum við sýgur landsstýrið allan merg úr kommunala sjálvstýrinum.

? Vit síggja tíverri, at okkara kommunur missa bæði sjálvræði og neyðugar miðlar, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.