- Tað er so stór ósemja ímillum samgonguna og kommunurnar, at sum støðan er nú, kemur ikki upp á tal, at kommunurnar fara at yvirtaka eldraøkið frá landinum.
Tað staðfestir Heðin Mortensen borgarstjóri í Havn og formaður í Kommunusamskipan Føroya, KSF, har átta kommunur eru limir, sum tilsamans umboða tríggjar fjórðingar av Føroya fólki.
Samgongan hevur sett sær fyri at kommunurnar skulu yvirtaka alt eldraøkið tann 1. januar, tað er longu um átta mánaðir.
Í langa tíð hava samráðingar verið ímillum samgonguna og kommunurnar um treytirnar fyri at kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið.
Men nú er rættilig naggatódn komin í samráðingarnar, tí tað sum støðan er nú, er eingin loysn í eygsjón, sigur Heðin Mortensen.
Vandi fyri ruðuleika
Borgarstjorin og formaðurin í KSF staðfestir, at tað eru fleiri viðurskifti, sum kommunurnar vilja hava fulla greiði á, áðrenn eldraøkið kann yvirtakast.
Men tað hevur gingið illa at fáa greiði á hesum viðurskiftum.
- Sostatt er yvirtøkan í stórum vanda, tí sum støðan er nú, kemur ikki upp á tal, at kommunurnar yvirtaka økið.
Samstundis ávarar Heðin Mortensen um, at tíðin er av álvara við at renna undan, tí talan er um eitt rættiliga stórt og umfatanti øki, sum kommunurnar mugu fáa góða tíð at fyrireika seg til at yvirtaka.
- Vit skulu skipa øki og vit skulu seta starvsfólk, so tað krevst ein ávís fyrireikingartíð.
Harafturat er greitt, at nú fara kommunurnar undir at leggja fíggjarætlanirnar fyri næsta ár, so skal eldraøkið yvirtakast, er avgjørt eingin tíð at søpla burtur, sigur borgarstjórin í Havn og og formaður í Kommunusamskipan Føroya.
- Sostatt veksur vandin alsamt fyri, at tað tað fer at enda í tí bera ruðuleika, skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið á nýggjárinum, verður og tað vilja vit heldur ikki leggja rygg til.
100 milliónir ov lítið
Spurningarnir, sum kommunurnar krevja at fáa svar á, áðrenn tær vilja yvirtaka økið, eru bæði av fíggarligum og bygnaðarligum slagi.
- Tað eru spurningar, sum ikki eru loystir enn, og sum eingin loysn er í eygsjón fyri, sigur Heðin Mortensen.
- Í hesum sambandi eru samgongan og kommunurnar nevniliga heilt langt frá eini semju um, hvussu nógvur peningur skal fylgja við frá landinum til kommunurnar fyri at tær kunnu átaka sær eldraøkið.
- Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur roknað seg fram til, at eldraøkið kostar 320 milliónir krónur at umsita og at hetta verður upphæddin, kommunurnar fáa frá landinum tá ið tær yvirtaka eldraøkið, staðfestir Heðin Mortensen.
Men hann leggur dent á, at hetta alt ov lágt sett.
- Okkara kanningar í KSF staðfesta, at eldraøkið kostar minst 400 milliónir um árið at umsita, sigur hann.
Í hesum sambandi hava vit fingið upplýst at fyri tveimum árum síðani, í 2011, kostaði eldraøkið 340 milliónir, ella 20 milliónir meiri enn tað, landsstýrismaðurin sigur, at tað kostar í dag.
- Tað merkir, at hóast lønir og prísir eru farnir upp hesi seinastu tvey árini, metir samgongan, at eldraøkið kostar 20 milliónir minni í dag enn tað kostaði í 2011 og tað er veruleikafjart.
Heðin Mortensen sigur, at tá ið Jørgen Nichalsen hevur roknað seg fram til, at eldraøkið ikki kostar meiri enn 320 milliónir í dag, er tað tí, at tað er rættiliga afturúrsiglt og niðurpínt.
Men kommunurnar vilja ikki yvirtaka eitt eldraøkið, sum er niðurpínt og tí vilja tær ikki góðtaka at bara 320 milliónir skulu fylgja frá landinum til kommunurnar í sambandi við eina yvirtøku.
- Vit vilja hava fulla trygd fyri, at samsvar er ímillum veruliga tørvin og fíggingina, sum fylgir við frá landinum til kommunurnar, leggur hann afturat.
Bygnaðurin skal broytast
Heðin Mortensen vísir eisini á bygnaðin í eldraøkinum.
- Bygnaðurin er alt ov stórur og sostatt eisini alt ov dýrur. Men skulu kommunurnar yvirtaka eldraøkið, vilja vit eisini hava fult frælsi at skipa økið av nýggjum, sum vit vilja.
Heðin Mortensen vísir á, at eisini hetta er ein trupulleiki, tað gongst illa at finna semju ímillum kommunurnar og samgonguna um.
- Tað vísir seg sum um at landið vil leggja eldraøkið undir kommunurnar, men vil kortini ikki sleppa endamum heilt. Hóast vit skulu yvirtaka økið, vil landið kortini hava myndugleikan á summum økjum, sigur hann.
- Men tað kemur ikki upp á tal, tí kommunurnar fara ikki at yvirtaka eldraøkið við tí bygnaði, nú er. - Har kommunurnar skulu gjalda, skulu tær eisini valda, staðfestir hann.
Hann leggur afturat, at tað hevur stóran týdning fyri kommunurnar, at tænastan verður jøvn um alt landið og at tænastan er á einum ávísum stigi.
Tí heldur Heðin Mortensen, at vit eiga at fáa eina eldralóg, sum ásetir nøkur minstukrøv til eldraøkið, men at so nakrar kommunur fara at bjóða eina enn betri tænastu, er eitt annað mál.
- Men heldur ikki eldralógin er komin enn, hóast ætlanin er, at vit skulu yvirtaka eldraøkið um átta mánaður.
Ein annars snávingarsteinur er, hvussu samstarvið ímillum kommunurnar skal vera. Ætlanin var at tað er neyðugt at leggja Føroyar saman í sjey kommunur fyri at tær kunnu vera førar fyri at átaka sær at umsita eldraøkið.
Men kommunusamanleggingin fór í vaskið og Heðin Mortensen heldur, at kanska er tað bara Tórshavnar Kommuna, sum er før fyri at yvirtaka eldraøkið og tí vilja kommunurnar eisini hava greiði á, hvussu landið skal skipast í eldraøki.