Vit hava eitt strukturelt hall, sum bara kann fáast vekk við at gera umfatandi nýskipanir innan eldra- og skúlaøkið.
Kommunurnar eru ein forðing fyri, at hetta kann gerast á skilagóðan hátt, sigur Magni Laksafoss búskaparfrøðingur og fyrrverandi fíggjarmálaráðharrri fyri Sambandsflokkin.
- Fyri at gera eina effektiva eldratænastu og skilagóða skúlaskipan, mugu kommunurnar vera nógv størri - best var, um tær vóru heilt vekk, sigur hann.
Men tað er lítið sannlíkt, at nakað verður gjørt fyri at gera nakra kommununýskipan nú. Eftir fólkaatkøvðuna í 2012, fer eingin politikari at smoyggja eina kommunusamanlegging yvir høvdið á kommununum. Tað eru Annika Olsen, landstýriskvinna í Almannamálum og Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og býráðslimur í Vágs Kommunu samdar um.
Haraftrat ber ikki til at byrða kommunurnar við tí nú, tær hava úr at gera við at yvirtaka eldraøkið, sigur Annika Olsen.
Tískil fer tað framhaldandi at vera upp til kommunurnar sjálvar, um tær vilja leggja saman.
Sosialurin hevur í dag stórt tema um evnið.
Fakta:
Føroyar eru býttar í 30 kommunur.
Samanbera vit við Grønland, eru tey farin frá 18 kommunum niður í 4.
Bornholm, sum er sum Føroyar til støddar, er ein kommuna.
Fyrrverandi Innlendismálaráðharri, Kári P. Højgaard, útskrivaði fólkaatkvøðu um kommunusamanleggingar 3, mai í 2012.
Einans 32 % fóru á val, men ein meiriluti av teimum atkvøddu ímóti kommunusamanleggingum. Tískil er tað upp til kommunurnar sjálvar, um tær leggja saman.