Kommunurnar skulu eisini fíggja fullveldið

Eg fari at byrja hesa greinina við at endurgeva eitt brot úr Hvítubók, sum fullveldislandstýrið hevur givið út. Tað er á síðu 138 og 139:


 

Poul M. Rasmussen



?Um vit varisliga meta, at búskaparvøksturin komandi árini verður 2%, sum er helvtin av tí søguliga miðalvøkstrinum, er sannlíkt, at til ber at minka ríkisútreiðslurnar burtur eftir 15-20 ár-um, uttan at neyðugt verður at fremja beinleiðis skerjingar, ella at økja skatta og avgjaldstrýstið.

Slík gongd hevur tó sum treyt, at meirinntøkurnar hjá tí almenna, sum stava frá búskaparvøkstri, mest verða nýttar til at fíggja tær minkandi ríkisútreiðslurnar í Føroyum. Vøksturin í útreiðslum hjá tí almenna til lønir, íløgur o.a. verður sostatt lægri enn inntøkuvøksturin. Hetta hevur við sær, at tann almenni sektorurin veksur seinni enn heildarbúskapurin. Harvið verður tann almenni sektorurin lutfalsliga minni, enn hann er í dag.

Tað er greitt, at kommunurnar eisini skulu fíggja sín part av minkingini av ríkisveitingunum. Neyðugt verður tí at gera eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Um tað ikki ber til at fíggja minkingina í ríkisútreiðslunum á henda hátt, verður neyðugt annaðhvørt at hækka skatt og avgøld ella at spara.?

Nógv kundi verið at skriva um hetta brotið í Hvítubók, men læt meg gera stutt av.

Av teimum seks flokkunum sum stilla upp til til býráðsvalið í Klaksvík, eru teir tríggir fullveldisflokkar. Valevnini hjá hesum flokkum hava skriva síðu upp og síðu niður, líka frá lyktapelum til undirsjóartunnil.

Vísandi til hvítubók, er lítið sannlíkt, at veljararnir fáa alt tað sum hesi valevni hava lovað, samstundis sum tey eisini vilja kroysta fullveldið niður yvir høvdið á okkum.

Tí haldi eg, at tíðin nú er komin, tá valevnini hjá fullveldisflokkunum stíga fram og greiða veljarunum frá hvat tey prioritera hægri, fullveldi ella - framburð, trygd og trivna - hjá fólkinum í Klaksvíkar kommunu.

Veljararnir hava sjálvsagt áhuga í at fáa at vita hvussu kommunan ætlar at fíggja sín part av minkingini í ríkisstuðlinum, sum Hvítabók leggur upp til. Verður tað við at hækka skatt og avgjøld ella verður tað við sparingum?

Góðu veljarar, setið X við eitt av valevnunum á Sambandslistanum. Vit føra ongan út á glattan ís, men vilja virka fyri framburði, trygd og trivna fyri allar borgarar í kommununi.

Gott val!