Kommunurnar útvið 5 mió. kr. meiri inni í skatti

Kommunurnar í Suðuroynni fingu fyrstu 7 mánaðirnar í 2016 smáar 83,5 mió. kr. inn í kommunuskatti.

Kommunurnar í Suðuroynni fingu fyrstu 7 mánaðirnar í 2016 smáar 83,5 mió. kr. inn í kommunuskatti, og er hetta smáar 5 mió. kr. meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá kommunurnar fingu 78,5 mió. kr. inn í kommunuskatti. Talan er um ein vøkstur á 6,3%.


Allar kommunur uttan Hovs- og Fámjins kommuna hava fingið meiri inn í kommunuskatti fyrstu 7 mánaðirnar í 2016.

 

Lutfalsliga er størsti vøkstur í Hvalbiar kommunu, sum hevur fingið 12,93% meiri inn í kommunuskatti frá januar til juli í ár, samanborið við í fjør. Í krónum er talan um ein vøkstur á 1.479.867 kr.

 

Vágs kommuna hevur størsta vøksturin í krónum, 2.181.695 kr., svarandi til ein vøkstur á 9,98%.

 

Í Porkeris kommunu er vøksturin 7,86%, ella 383.178 kr. Í Sumbiar kommunu 3,85% ella 191.418 kr. Og í Tvøroyrar kommunu er vøksturin í skattainntøkunum fyrstu 7 mánaðirnar í 2016, 3,17% ella 1.003.572 kr.

 

Hovs og Fámjins kommuna hava fingið minni inn í skatti. Í Hovs kommunu er minkingin 9,08%, svarandi til 184.896 kr. Í Fámjins kommunu er minking 5,49%, svarandi til 91.410 kr.

 

 

 

Kelda: sudurras.fo