Kommunurnar vilja fegnar yvirtaka eldraøkið

Kommunurnar eru til reiðar at yvirtaka ábyrgdina og umsitingina av eldraøkinum við tí treyt, at pengar fylgja við, bæði til íløgur og til rakstur. Helst kundu tær hugsað sær, at kommunuskatturin hækkar, meðan landsskatturin lækkar samsvarandi. Men meðan stóru kommunurnar vilja hava 9 stórar eindir, so vilja smáu kommunurnar als ikki hoyra talan um at skipa kommunalar eindir ? tað má vera upp til hvørja einstaka kommunu sjálva at avgera, halda tær.

Kommunurnar taka væl ímóti ætlanunum um at alt eldraøkið sum frálíður skal leggjast út til tær at umsita og hava ábyrgdina av. Álitið um framtíðar uppgávubýtið millum land og kommunur, sum løgmaður fekk handað í fjør, leggur upp til, at alt eldraøkið, undantikið har servitan krevst, verður lagt út til kommunurnar at umsita og reka. Henda niðurstøða hevur síðan verið grundarlag undir parti av arbeiðinum at skriva eldraálitið. Partur av arbeiðssetninginum hjá bólkinum, sum gjørdi álitið um eldraøkið, var at koma við uppskoti um, hvussu økið skal skipast í framtíðini, so býtið millum land og kommunur gerst greiðari.
Sum er gjalda landið og kommunurnar helvt um helvt av tí tað kostar at byggja nýggj ellis- og røktarheim. Tá talan er um sambýli rindar landið 50.000 krónur fyri hvørt búfólkið á sambýlinum, meðan kommunurnar rinda restina. Heimahjálpin, sum landið rindar, veitir røktina á sambýlunum, meðan einstaku kommunurnar gjalda lønir til náttarvaktirnar á sambýlunum. Eldraálitið staðfestir, at landsmyndugleikarnir hava ábyrgdina av, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið á eldraøkinum í dag er so ógreitt. Víst verður á, at landið ikki hevur megnað at loysa uppgávurnar á eldraøkinum, hvørki tá tað snýr seg um íløgur til hóskandi búpláss, ella tá talan er um at áseta eitt tænastustig. Tí hava kommunurnar verið noyddar at tikið um endan, serliga við at byggja eldrasambýli. Men at byggja sambýli nøktar ikki tørvin hjá fólki, sum hava stóran røktartørv, staðfestir eldraálitið. Harumframt hevur tað verið við til at gera uppgávubýtil millum land og kommunur uppaftur ógreiðari, tí sum oftast hava tað verið kommunurnar, sum hava tikið avgerð um at byggja eldrasambýli, og síðan hevur tað verið ábyrgdin hjá Heimarøktini, sum hoyrir undir landið, at veita tænastuna.
Eldraálitið leggur greitt upp til, at tað verður ein og sami myndugleiki, sum skal hava ábyrgd av at loysa uppgávurnar, áseta kostnaðin og tænastustigið á øllum tænastum á eldraøkinum. Víst verður á, at trupulleikarnir verða bara loystir, um hugt verður at eldraøkinum sum ein samanhangandi eind. Og eisini verður greitt lagt upp til, at tað skulu vera kommunurnar, sum skulu vera myndugleikin á økinum.

Fíggjarliga uppá pláss fyrst
Bæði felagið hjá stóru kommununum, Kommunusamskipan Føroya, og felagið hjá teimum smærru, Føroya Kommunufelag, taka fult undir við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar. Men Jógvan Krosslá, formaður í KSF, og Jacob Vestergaard, formaður í FKF, eru samdir í, at nógv arbeiði skal gerast, áðrenn til ber at leggja økið út til kommunurnar. Páll á Reynatúgvu hevur í hesum sambandi lagt upp til, at fyrireikingararbeiðið skal vera liðugt 1.juli næsta ár, og tá skal uppgávubýtið og skipanin av eldraøkinum vera komið upp á pláss.
- Stóru kommunurnar taka fult undir við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at røkja, men enn eru nógv viðurskifti, ikki minst fíggjarligi parturin, sum vit mugu tosa okkum til rættis við landsmyndugleikarnar, áðrenn økið kann yvirtakast, sigur Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipan Føroya, sum umboðar seks tær størstu kommunurnar í landinum, umframt Skála og Kirkjubø. Og at fáa fíggjarliga partin uppá pláss, áðrenn kommunurnar binda seg til nakað sum helst, hevur stóran týdning, slær Jacob Vestergaard, formaður í Føroya Kommunufelag, fæst.
- Tað er púra greitt, at pengar skulu fylgja við, bæði til íløgur og til rakstur. Landið hevur forsømt eldraøkið í nógv ár, og tí ber ikki til at kommunurnar skulu gjalda fyri at fáa økið dagført aftur, sigur Jacob Vestergaard. Hann vísir á, at nógvar íløgur skulu gerast, og tær fara eisini at merkja, at útreiðslurnar til raksturin gerast munandi dýrari.

Býtið av skattinum broytast
Formenninir í báðum kommunufeløgunum kundu helst hugsað sær, at býtið av skattainntøkunum millum land og kommunur varð broytt, tá eldraøkið verður lagt út til kommunurnar. Tað vil siga, at kommunuskattaprosentið hækkar, meðan landsskatturin lækkar tilsvarandi. Men úrslitið má ikki gerast, at samlaði skatturin økist, eru teir samdir um. Men áðrenn tað kann gerast má greiða fáast á øllum fíggjarligu viðurskiftunum, so til ber at siga, hvussu stórur partur av skattinum fer til eldraøkið, vísa teir á. Jógvan Krosslá leggur afturat, at verður økið lagt út til kommunurnar longu 1.juli næsta ár, so verður helst talan um at kommunurnar fáa eitt slag av blokkstuðli fyrsta árið, meðan fyrireikingarnar at broyta býtið av skattakrónunum verða gjørdar.

Kommunurnar betri førar fyri at røkja økið
Jógvan Krosslá metir, at kommunurnar eru betur førar fyri at røkja eldraøkið enn landsmyndugleikarnir. Hann vísir á, at tá kommunurnar hava yvirtikið økið, verður tættari millum brúkaran og myndugleikarnar. Tí fara kommunurnar at føla tað sum eina skyldu at gera nakað fyri at nøkta stóra bráðfeingis tørvin á búplássum til eldri, sum er í samfelagnum í dag. Formaðurin í KSF nevnir sum dømi, at tá barnaansingin varð løgd út til kommunurnar at røkja, valdu flestu kommunurnar at raðfesta hetta økið sera høgt, møguliga kendu tær seg noyddar til tað av íbúgvunum í kommununi, og tí er eisini nakað hent á økinum. Og sama væntar hann fer at gera seg galdandi á eldraøkinum.

Eindir ella ei
Í eldraálitinum verður lagt upp til, at eldraøkið verður býtt upp í ávíst tal av kommunalum eindum, sum hvør í sínum lagi hava ábyrgdina av øllum eldraøkinum í sínum parti av landinum. Í álitinum verður ikki tal sett á, hvussu nógvar eindir talan verður um, men formaðurin í arbeiðsbólkinum, sum skrivaði álitið, Jákup H. Foldbo, sigur, at tær helst skulu vera onkunstaðni millum fimm og tíggju.
Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya sigur, at KSF í øllum viðurskiftum, og sostætt eisini á eldraøkinum, arbeiðir við níggju eindum. Tær eru Norðoyggjar, eystur Eysturoy, vestur Eysturoy, Sundalagið, Streymoy, Vágar, Sandoy, norður Suðuroy og suður Suðuroy.
Formaðurin í Føroya Kommunufelag, Jacob Vestergaard, kann als ikki taka undir við tankanum um at leggja eldraøkið út til eitt ávíst tal av kommunalum eindum at røkja.
- Eg eri grundleggjandi ósamdur við tankan um at skipa nakrar kommunalar eindir, sum so hvør í sínum lagi skulu yvirtaka eldraøkið. Í staðin haldi eg, at vit eiga at leggja upp til eitt frívillugt samstarv, har kommunurnar sjálvar finna út av, hvussu tær loysa trupulleikan, sigur Jacob Vestergaard. Hann vísir á, at summar kommunur væl kunnu hugsast heldur at vilja keypa t.d. nøkur røktarheimspláss frá øðrum kommunum, heldur enn sjálvar at byggja røktarheim, og tann møguleikin eigur at standa opin. Jacob Vestergaard leggur afturat, at kommunurnar, heldur enn at verða trýstar niður í nakrar eindir, skulu fáa møguleikan at samstarva, sum teimum lystir.